Forsøga

“Svimjiskúli Føroya” byrjaði í 1996 sum samstarv millum Mentamálaráðið og Svimjisamband Føroya, at fáa til vega skeiðstilboð til svimjivenjarar í føroyskum fólkaskúlum og svimjifeløgum. Tey fingu norskan undirvísara at koma til Føroya at læra okkum um norsku svimjiskúla- og merkjaskipanina, og seinni eisini danskan skeiðshaldara at undirvísa í venjingarteori.

Norska merkjaskipanin varð adopterað, so at skilja at teirra prógv vórðu føroyskað og prentað til svimjifeløg og fólkaskúlar at brúka, við møguleika hjá børnunum at keypa sjálvi merkini á føroyskum posthúsum. Hendan skipan hevur verið virkin líka síðani fyrstu skeiðini, men tíverri ikki brúkt av øðrum enn nøkrum ávísum fólkaskúlum og so svimjifelagnum FLOT á Skálafjørðinum, sum hevði serliga orsøk til at kunna brúka skipanina.

FLOT hevði nevniliga tann trupulleika, at børn á Toftum frá fyrsta skúlaári fáa undirvísing í fólkaskúlanum umleið ein tíma um vikuna, meðan børn longri inni á fjørðinum fáa væl minni undirvísing. Toftabørn duga tí sum heild fyrr at svimja enn restin, og klassiska skipanin riggar tí illa, at flokka børn eftir aldri. Og tí var merkjaskipanin ein kærkomin møguleiki at skipa børnini eftir hvussu væl tey dugdu at svimja, heldur enn hvønn aldur tey høvdu.

Í 2006-2007 vaknaði tørvurin av álvara aftur, at fáa í lag skeið til føroyskar svimjivenjarar. Tað er sum kunnugt rættiliga dýrt at fáa útlendskar undirvísarar at koma til Føroya at halda skeið, og Mentamálaráðið og Svimjisamband Føroya valdu tí heldur at byrja við at fáa útbúgvið nakrar føroyskar venjarar til at kunna hava hesi skeið. Norski undirvísarin ynskti at talan skuldu vera um fólk sum longu vóru væl inni í norsku skipanina, og valið fall tí náttúrliga á fólk úr svimjifelagnum FLOT.

Hesi hava síðani, við Rúna Gaardbo og Pálin Olsen á odda, mennt eina serføroyska svimjiskúlaskipan, við støði í teirri norsku. Tey tilevnaðu føroyskt skeiðstilfar, og hava á heysti 2007 og vári 2008 skipað fyri tvífaldum grundleggjandi og víðkaðum skeiðum um svimjiundirvísing, fyri fólkaskúlalærarum og svimjivenjarum runt um í landinum. Sjálvi skeiðini eru tí rættiliga væl roynd nú, frá vatntilvenjing til tá børnini duga at svimja firvald, rygg, bringa og frí.

Á sumri 2008 byrjaði so enn eitt átak, hesuferð hjá Havnar Svimjifelag, at fáa skipað hesa skipan enn betur. Tey høvdu tørv á venjarum, og vildu at royna at fáa serliga lesandi á Føroya Læraraskúla at hava betri hug at hjálpa til, við afturfyri at bjóða teimum betri løn, eina haldgóða útbúgving, ein væl skipaðan svimjiskúla, umframt leiðbeining og ‘sparring’ á kantinum. Av náttúrligum ávum fall valið á norsk-føroysku svimjiskúlaskipanina, nú føroyingar longu vóru útbúnir til at kunna hava skeið um hesa skipan.

Fyrstu útbúnu skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya, saman við undirvísara úr Norsk Svømmeforbund og umboði hjá Svimjisambandi Føroya. Frá vinstru: Rúni Gaardbo, Rókur í Jákupsstovu, Per Irgens (fyri NSF), Halda Olsen, Pálin Olsen og Jórun Eið (fyri SSF)

Fyrstu útbúnu skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya, saman við undirvísara úr Norsk Svømmeforbund og umboði hjá Svimjisambandi Føroya. Frá vinstru: Rúni Gaardbo, Rókur í Jákupsstovu, Per Irgens (fyri NSF), Halda Olsen, Pálin Olsen og Jórun Eið (fyri SSF)