Startlisti til SMS Jólasprint 2023

Nú seinnapartin skipar Havnar Svimjifelag fyri svimjistevnuni SMS Jólasprint 2023, í Svimjihøllini í Gundadali. Tey kappast frá kl 13 í dag, og fer tað at bera til at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se. Luttakaralistarnir síggjast her

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til SMS Jólasprint 2023

Innbjóðing til SMS Jólasprint 2023

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SMS Jólasprint 2023”, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 16. desember 2023.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SMS Jólasprint 2023

Úrslit frá FS-stevnuni 2. desember 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihylinum í Fuglafirði, nú leygardagin hin 2. desember. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FS-stevnuni 2. desember 2023

OK síðsta kvøld á NM/NJM 2023

Føroyingarnir vóru ikki so nógvir í finalu í dag, men gekk tað OK hjá teimum sum vóru. Dreingirnir settu flott junior-landsliðsmet í 4×100 frí.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on OK síðsta kvøld á NM/NJM 2023

Góður triði morgun á NM/NJM 2023

Tey avgreiddu triðja og síðsta umfar av innleiðandi riðlum í morgun, og gekk tað aftur heilt væl hjá okkara. Líggjas og Isak svumu seg víðari til finalu, og svam hópurin sum heild seg til eina rúgva av persónligum metum.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Góður triði morgun á NM/NJM 2023

Strálandi úrslit eisini næsta finalukvøld á NM/NJM 2023

Tað gekk avbera gott hjá føroysku svimjarunum, nú næsta umfar av finalu varð avgreitt á NM/NJM 2023. Líggjas vann bronsu í 1500 frí og Isak bronsu í 200 firvald, umframt at Isak svam seg til gullnál í 1500 frí og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald, og at dreingirnir settu nýtt føroyskt junior-landsliðsmet í 4×100 blandað.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023. Rúna Jakcobsen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Strálandi úrslit eisini næsta finalukvøld á NM/NJM 2023