Líggjas 8:32.54 í 800 frí á HM 2024 í Doha

Líggjas Joensen royndi seg nú tíðliga í morgun í 800 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði hann har at svimja seg til óføru tíðina 8:32.54. Hetta er nógv besta tíð hjá honum nakrantíð, við meira enn 9 sekundum í mun til hansara til nú bestu tíð, sum var 8:41.85 frá HM í Fukuoka í juli mánaða í fjør.

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Líggjas 8:32.54 í 800 frí á HM 2024 í Doha

SSF skiftir til heildarkravtíðarætlan

Svimjisamband Føroya fer nú so smátt at skifta til skipan við heildarætlan fyri kravtíðum sínum, aftaná eina árarekkju har kravtíðirnar vórðu funnar út í frá meðaltíð av veikastu heiðursmerkjum á viðkomandi stevnum. Endamálið er at gera skipanina einfaldari, og at fáa greiðari samanhang millum kravtíðirnar til hesar ymisku avbjóðingar.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on SSF skiftir til heildarkravtíðarætlan

Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 24. februar 2024

Her er innbjóðing til svimjistevnu á Argjum hin 24. februar 2024, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 24. februar 2024

Líggjas 4:08.59 í 400 frí á HM 2024

Líggjas Joensen royndi seg í morgun í 400 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði har at svimja seg til úrslitið 4:08.59. Sí úrslitalistan her

Líggjas í Doha. Sabina Poulsen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Líggjas 4:08.59 í 400 frí á HM 2024

Úrslit frá FLOT-stevnuni 3. februar 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í Svimjihøllini í Leirvík, nú leygardagin hin 3. februar 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FLOT-stevnuni 3. februar 2024

Startlisti og klokkutíðir til FLOT-stevnu í Leirvík 3. februar 2024

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum FLOT skipar fyri í svimjihøllini í Leirvík nú leygardagin hin 3. februar 2024, umframt tíðarætlan

  • Bólkur 1 – 38 svimjarar – kapping byrjar kl. 12.45 (upphiting kl. 12.15)
  • Bólkur 2 – 78 svimjarar – kapping byrjar kl. 14.15 (upphiting kl. 13.45)
  • Bólkur 3 – 47 svimjarar – kapping byrjar kl. 16.30 (upphiting kl. 16.00)
Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti og klokkutíðir til FLOT-stevnu í Leirvík 3. februar 2024