Eyka úttøka til NM/NJM 2017

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2017, sum verður í Laugardalslaug í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017.

  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag
  • Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
  • Niels Nattestad (1998), Havnar Svimjifelag

Hartil er Markus Joensen (1996) úttikin fyri kravtíð klárað á DM fyri lið hin 17. desember 2017, og prógvað aftur nú á DM á stuttgeil 2017. Markus hevur sínar røtur í Havnar Svimjifelag, men venur við Lyngby Svømmeklub.

Reykjavík. Image courtesy of Hedwig Storch, CC BY-SA 3.0NM

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Eyka úttøka til NM/NJM 2017

Innbjóðing til FS-stevnu 25. november 2017

Her er innbjóðing til FS-stevnu, leygardagin hin 25. november 2017, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum í Fuglafirði. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 og 3.

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til FS-stevnu 25. november 2017

Innbjóðing til FOMM 2017

Her er innbjóðing til Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 18. november.

fomm2012

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til FOMM 2017

Eyka úttøka til EM á stuttgeil 2017

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Evropameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum verður í Royal Arena í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember 2017.

  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
  • Alvi Hjelm (1996), Ægir

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Eyka úttøka til EM á stuttgeil 2017

Úrslit frá FM á stuttgeil 2017

Her er offisielli úrslitalistin frá FM á stuttgeil 2017, sum var í Svimjihøllini í Gundadali nú um vikuskiftið, 3. til 5. november 2017. Hartil yvirlit yvir heiðursmerki og met.

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá FM á stuttgeil 2017

So er tað FM á stuttgeil 2017

Svimjihøllin í Gundadali verður nú um vikuskiftið karmur um árligu FøroyaMeistarastevnuna á stuttgeil, sum samstundis er avgerandi fyri úttøku til NM/NJM og EM á stuttgeil í desember. Kringvarp Føroya sjónvarpar allar tríggjar finalupartar, frá kl 17:00 til 19:00, fríggjadag 3. til sunnudag 5. november 2017.

FM 2015

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on So er tað FM á stuttgeil 2017