Isak 2:07.41 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjfelag megnaði aftur nú seinnapartin at seta føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann í A-finaluni svam seg til 2:07.41, har metið hjá honum frá innleiðandi í morgun var 2:07.42. Sí úrslitalistan her á Swimify

Isak Brisenfeldt á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Isak 2:07.41 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald

Isak 2:07.42 og stórt føroyskt juniormet í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjfelag megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2024 svam seg til A-finalu við tíðini 2:07.42. Hann átti sjálvur juniormetið á 2:09.50, frá Reykjavík International í januar mánaða. Sí úrslitalistan her á Swimify

Isak á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Isak 2:07.42 og stórt føroyskt juniormet í 200 firvald

Líggjas 1:53.20 og nýtt stórt føroyskt juniormet í 200 frí

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir megnaði aftur í kvøld at seta juniormet í 200 frí, tá ið hann í B-finaluni í 200 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 1:53.20. Stór betring í mun til juniormetið hjá honum frá innleiðandi riðlunum í morgun á 1:53.83, og nú heili 2.01 sekund skjótari enn metið sum til í dag var 1:55.21 frá 2012. Sí úrslitalistan á Swimify

Líggjas á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Líggjas 1:53.20 og nýtt stórt føroyskt juniormet í 200 frí

Jóhanna Ólavsdóttir 2:27.30 og flott føroyskt met og juniormet í 200 firvald

Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2024 svam teinin uppá 2:27.30. Vár E. Eidesgaard átti føroyska metið á 2:27.37, frá FM á langgeil í 2019, meðan Jóhanna sjálv átti juniormetið á 2:27.69 frá Reykjavík International í januar. Sí úrslitalistan her á Swimify

Jóhanna Ólavsdóttir á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Jóhanna Ólavsdóttir 2:27.30 og flott føroyskt met og juniormet í 200 firvald

Líggjas 1:53.83 og stórt føroyskt juniormet í 200 frí

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir setti nú fyrrapartin stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2024 svam seg til B-finalu við tíðini 1:53.83. Magnus Jákupsson átti metið á 1:55.21 frá donsku meistarastevnuni í Esbjerg í 2012. Sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Líggjas 1:53.83 og stórt føroyskt juniormet í 200 frí

So er tað Danish Open 2024

Nú hósmorgunin 11. apríl byrjar Danish Open 2024, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Hetta er stóra OL-úttøkustevnan hjá dønum, og tískil eisini hjá okkum so leingi sum vit ikki hava sjálvstøðugan OL-limaskap. Startlistarnir síggjast her á Swimify, har eisini úrslitini fara at finnast so hvørt. Stroyming er á tv.svoem.dk/svoem

Føroyska landsliðið uttanfyri Bellahøj Svømmestadion. Rúna Jakobsen eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on So er tað Danish Open 2024