Lívbjargararoyndin

Lívbjargararoyndin er í fýra pørtum. Har er ein hallarpartur, ein venjingarpartur, ein bjargingarpartur og ein munnlig roynd.

1. Hallarpartur

Sýning og gjøgnumgongd av trygdarfyriskipanum á staðnum.

10732818286_bd3c787a66_z

Skeiðsluttakarin skal hava holla vitan um:

  • Tilbúgvingarætlanina á staðnum
  • Hvar neyðtelefon, súrevni, hjartastartari og onnur neyðútgerð er
  • Serligar trygdarfyriskipanir av t.d. vippum, klatriveggum og skreiðibreytum
  • Trygdarfyriskipanir við handfaring av evnum so sum klor og sýra.

2. Venjingarpartur

Útlop til 200 m svimjing:

Skeiðsluttakarin byrjar frá kantinum ella av startskamli.

Teir fyrstu 50 m skal høvdið ikki undir vatn. Luttakarin kann í mesta lagi nýta 1 min og 30 sek til hesar 50 m.

Tvey fylgjandi kav:

Ein bjargingardukka verður løgd á djúpasta stað í hylinum. Luttakarin byrjar við at halda sær uppi í vatninum (‘træde vande’), og kavar síðani eftir dukkuni. Síðani verður dukkan slept. Næsta kav skal byrja áðrenn 60 sek eru fráliðin síðani dukkan varð slept. Dukkan skal bjargast á land aftaná seinna kav.

Venjingarparturin vísir um:

• Luttakarin kann svimja
• Luttakarin er væl fyri í vatni, og kann kava.

3. Bjargingarpartur

a. Bjarging av ræðsluslignum fólki

Luttakarin eygleiðir høllina. Eitt ræðslusligið fólk er í hylinum, 10 m frá hyljarkanti. Uttan at koma í beinleiðis samband við neyðstadda, skal luttakarin bjarga viðkomandi, við hjálparútgerð og sissandi samskifti.

​Royndin vísir um luttakarin megnar at bjarga ræðsluslignum fólki, og í hesum sambandi ​megnar at:

  • vera rólig/ur og meta um støðuna
  • nýta ein bjargingarhátt, sum er tryggast fyri lívbjargaran

b. Bjarging saman við hjálpara av fólki ið er fallið í óvit

​Luttakarin eygleiðir høllina. Eitt royndarfólk er svímað við kantin í hylinum.

​Luttakarin boðar hjálparanum frá og loypur í hylin. Royndarfólkið skal ​bjargast 25 m, meðan andaleiðin verður tryggjað.

​Luttakarin skal vísa hvussu ein gevur upplívgan í hylinum, til hjálparin kann hjálpa við at fáa fólkið á land. Innblæsingarnar verða gjørdar á pannuni á royndarfólkinum.

​Hjálparin skal hjálpa við bjargingini og upplívganini. Hjálparin skal boða frá, heinta ​neyðútgerð og hjálpa við at fáa royndarfólkið á land.

​Royndarfólkið verður fingið upp á land. Hjarta/lungubjarging við neyðútgerðini í høllini verður víst á eini dukku.

​At enda verður royndarfólkið lagt í trygga liðlegu.

​Royndin vísir at luttakarin megnar at:

• Vera rólig/ur og geva boð í eini bjargingarroynd
• bjarga svímaðum fólki 25m
• geva upplívgan í hylinum (við kantin, meðan bíðað verður eftir hjálp)
• fáa fólk á land
• geva hjarta/lungubjarging í samstarvi við hjálpara
• Brúka neyðútgerðina sum er í høllini, saman við hjálpara

c. Bjarging av barni, ið er fallið í óvit.

​Ein dukka verður løgd á djúpasta stað í hylinum, 10 m frá luttakaranum sum er á kantinum av hylinum. Eitt royndarfólk er klárt í hylinum.

​Luttakarin loypur útí og kavar eftir dukkuni. Dukkan verður bjargað upp og síðani ​skift út við royndarfólkið sum so verður bjargað til kantin, meðan andaleiðin verður tryggjað.

​Luttakarin fær royndarfólkið upp á land og byrjar lívbjargan á barna- ella pinkubarna-dukku. ​Aftaná 1 min vísir luttakarin hvussu alarmsentralurin skal fráboðast, og heintar neyðútgerð.

Tá lívbjarganin hevur varað í minsta lagi 2 min afturat við neyðútgerðini á staðnum, verður royndarfólkið lagt í trygga liðlegu.

​Royndin vísir um luttakarin megnar at:

• kava, bjarga og fáa upp á land
• geva lívbjargan einsamallur og uttan neyðútgerð
• boða alarmasentralinum frá í røttu løtu, tá ein druknivanlukka er hend, har eitt fólk fær hjartasteðg orsakað av súrevnistroti og eingin hjálpari er til staðar.
• geva lívbjargandi fyrstuhjálp einsamallur við hjálp av neyðútgerðini í høllini.

d. Handfaring av nakkaskaðum.

​Eitt royndarfólk letist sum at hava ein nakkaskaða og liggur lívleyst í grunna endanum í ​hylinum. Royndarfólkið er við vit.
​Luttakarin vísir hvussu ein heldur høvdið/nakkanum og tryggjar skadda við spineboard, ​í ​samstarvi við hjálparum.

​Kjakað verður um ymiskar háttar at handfara nakkaskaðum.

​Royndin vísir um luttakarin megnar at hjálpa einum fólki, ið hevur fingið ein nakkaskaða, ​inntil bjargingarmanningin kemur.

4. Munnlig roynd

​Luttakarin svarar spurningar um ymiskar skaðar, ið kunnu koma fyri í høllini. T.d. krampar, ​hitaslag, fall, bløðingar o.l. Eisini kann vera spurt um lívbjargandi fyrstuhjálp og ​neyðútgerðini í høllini.

​Royndin vísir um luttakarin er fyrireikaður uppá tær ymisku vanlukkurnar, ið kunnu koma ​fyri í eini svimjihøll.