Lívbjarging

Ásannandi at tað í endamálsorðingini í evstulógin hjá Svimjisamband Føroya millum annað stendur –

“AT menna og skapa áhuga fyri svimjing og at betra um heilsu­støð­una og møguleikanum fyri lívbjargni.”

– tók Svimjisamband Føroya í 2009 ta prinsippavgerð, at eingin venjing eigur at fara fram í føroysku svimjifeløgunum, uttan at lívbjargari er til staðar.

Við tí víðkaða endamáli, at hvør føroyingur er svimjari, og at hvør føroyingur er lívbjargari.

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið eigur myndina

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið Johannesen eigur myndina

Eitt átak varð sett í verk til at fáa útbúgvið okkara egnu lívbjargingardómarar, og at tryggja at allir svimjivenjarar høvdu galdandi lívbjargingarprógv. Hetta við hjálp frá Dansk Svømmeunion, sum hevði fólk til at vit kundu byggja upp okkara egnu skipan.

Okkara fyrstu 13 lívbjargingardómarar tóku prógv í oktober 2009, so at teir kundu geva tvey lívbjargingarprógv: “Lívbjargararoyndina” til svimjarar yvir 17 ár, sum gevur rætt til at arbeiða sum lívbjargari, og “Lítlu lívbjargararoyndina” til svimjarar sum eru millum 13 og 17 ár.

Fyrstu 13 lívbjargingardómarar. Jon Hestoy eigur myndina

Fyrstu 13 lívbjargingardómarar. Jon Hestoy eigur myndina

Hartil tók Sørin S. Djurhuus í 2014 prógv sum dómara-dómari (instruktør-instruktør), ið gevur rætt at geva lívbjargingardómarum prógv, og í 2015 prógv sum undirvísari í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara. Hetta omaná at hann hevur holla vitan um bjarging og tilbúgving sum heild, við sínum áralangu royndum sum kavari, bjargari, hallarvørður, brandmaður og nú átaksleiðari hjá sløkkiliðnum hjá Eysturkommunu.

Sørin S. Djurhuus instruktør-instruktør

Sørin S. DJurhuus instruktør-instruktør

Okkara lívbjargingarskipan umfatar nú

  • tilbúgving av svimjihallum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargarum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargingardómarum
  • undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara

Prógvið hjá lívbjargarum skal endurnýggjast á hvørjum ári, meðan tað hjá lívbjargingardómarum skal endurnýggjast triðja hvørt ár.

Svimjisamband Føroya kann sostatt bjóða ein pakka av trygdartiltøkum, sum eftir okkara tykki dekkar tørvin í føroyskum svimjihallum, frá tí at minimera um vandan fyri at druknivanlukkan kann henda, til so vítt gjørligt at tryggja skjóta hjálp, um vanlukkan allíkavæl skuldi komið fyri.

Havi tit spurningar til hesa skipan, kunnu tit venda tykkum til Sørin S. Djurhuus á

Sørin S. Djurhuus
tlf +298 730 112
Sjúrðargøta 7
512 Norðragøta
sorin-s@olivant.fo