Úrslit

SSF hevur síðani 2007 sent øll offisiell svimjiúrslit til SwimRankings.net, sum eru svomin í 25- ella 50-metra hyli í Føroyum, og sum yvirhøvur vóru tøk at kunna senda.

Á sama hátt senda onnur lond síni úrslit til hesa skipan, so at so gott sum øll føroysk svimjiúrslit eru at finna har, svomin í Føroyum ella uttanlanda, íroknað øll føroysk met.

Offisiellu føroysku metlistarnir vórðu um árskiftið 2017/2018 fluttir eisini til SwimRankings.net, so at øll føroysk met og juniormest síggjast har.