Nálatíðir

Nálatíðarskipan SSF

Nálatíðir SSF verða funnar sum tær ið geva fylgjandi FINA stig:

  • 280 FINA stig: Talentnál
  • 330 FINA stig: Bronsunál
  • 430 FINA stig: Bronsunál við stjørnu
  • 530 FINA stig: Silvurnál
  • 630 FINA stig: Silvurnál við stjørnu
  • 730 FINA stig: Gullnál
  • 790 FINA stig: Gullnál við stjørnu

Nýttar verða tær talvur sum eru galdandi á degnum tá ið nálatíðirnar verða tiknar í nýtslu.

https://www.fina.org/content/fina-points

Mannagongdin er fyrst at royna at finna tíðina í almannakunngjørdu talvum hjá FINA, ella harnæst, um neyðugt, at útrokna tær við “FINA Points Calculator”, eisini av heimasíðuni hjá FINA.

Tað er serliga ísv talentnálatíðir at roknimaskinan má nýtast, tí at talvurnar hjá FINA byrja við 300.

Nýggjar nálatíðir verða innførdar á sama hátt sum FINA innførir nýggj FINA stig:

  • Langgeilatíðir (50m) hin 1. september í viðkomandi ári
  • Stuttgeilatíðir (25m) hin 1. januar í viðkomandi ári

Hetta merkir tó ikki neyðturviliga at nálatíðir SSF skifta á hvørjum ári, men heldur at Svimjinevnd SSF avger nær og um tær skulu skifta, og at tær tá skifta sum omanfyri lýst.

Samtykt av starvsnevnd SSF hin 16. august 2018

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

formaður

Sí eisini Nalatidarskipan-SSF-1.pdf