Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2024

Svimjisamband Føroya hevði hin 13. apríl 2024 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini innkomin mál frá starvsnevndini og einum felag, og val av formanni, nevndarlimi, tiltakslimi og dómsnevndarlimi.


SSF aðalfundurin 2024. Lis í Jákupsstovu eigur myndina
Continue reading
Posted in Felagsskapur, Lógir og reglugerðir | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2024

Úrslit frá ABMS 2024

Her eru úrslitalistarnir frá AldursBólkaMeistaraStevnuni 2024, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. apríl 2024. Allar viðkomandi fílur finnast eisini her á Swimify, umframt at úrslitini síggjast her á LiveTiming.se

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá ABMS 2024

Stroyming og Úrslit frá ABMS 2024

Her eru leinki til stroyming og úrslit frá AldurbólkaMeistaraStevnuni 2024, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. apríl 2024

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Stroyming og Úrslit frá ABMS 2024

Startlisti til ABMS 2024

Her eru luttakaralistarnir til AldursBólkaMeistaraStevnuna 2024, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. apríl 2024. Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se og her á Swimify

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til ABMS 2024

Góð úrslit á Danish Open 2024

Nú eru føroyingarnir lidnir við sítt á Danish Open 2024, og gekk tað faktiskt avbera væl. Um uppteljingin er røtt her, so varð tað til 2 føroyskt met, 5 føroysk juniormet og 1 gullnál, umframt at svimjararnir betraðu seg í 39 av 66 luttøkum.

Úrslitini hjá føroyska landsliðnum síggjast øll her á Swimfy

Føroyska landsliðið á Danish Open 2024. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Góð úrslit á Danish Open 2024

Heini 4:03.67 og gullnál í 400 frí

Heini M. Askham (2006) úr Ægir svam seg fyri løtu síðani til gullnál í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í B-finaluni rakk tíðina 4:03.67, har gullnálatíðin hjá okkum er 4:04.41. Hetta í harðari kapping við liðfelagan Líggjas Joensen (2008) sum svam 4:03.57, men sum longu hevur gullnál. Teir báðir endaðu sum nr 1 og 2 í B-finaluni, og eru nú nr 4 og 5 av øllum føroyingum nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen, Óla Mortensen og Alva Hjelm. Sí úrslitalistan her á Swimify

Heini M. Askham á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Heini 4:03.67 og gullnál í 400 frí