Í hesum døgum er EM í Open Water 2025, í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia. Føroyski hópurin er komin fram í øllum góðum, og eru klár at kappast hesar næstu tríggjar dagarnar.

Í hesum døgum er EM í Open Water 2025, í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia. Føroyski hópurin er komin fram í øllum góðum, og eru klár at kappast hesar næstu tríggjar dagarnar.
AldursBólkaMeistaraStevnan 2025 er fult í gongd í Svimjihøllini í Gundadali, við einum 171 tilmeldaðum svimjarum. Úrslitini síggjast so hvørt her á Swimify, og annars eru fólk vælkomin at koma at hyggja og heppa á hesi ungu.
Tað er ókeypis at koma at hyggja – men um ætlanin er at svimja, so mást tú annaðhvørt vera tilmeldaður til at kappast, ella sum vant keypa atgongumerki til almennu svimjingina í gomlu høllini.
Her er luttakaralistin til AldursBólkaMeistaraStevnuna 2025, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali nú leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. mai 2025. Hetta er árliga meistarastevnan fyri okkara yngstu aldursbólkar, og eru tey sera nógvir luttakarar í ár. Listarnir síggjast eisini her á Swimify
Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2025, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 7. til 9. juni 2025. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Sumarmeistaramót Íslands 2025, sum verður í Hafnarfirði í Íslandi hin 27. til 30. juni 2025:
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til NMU 2025, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. og 6. juli 2025: