Reglugerð um úttøku og kravtíðir

Kravtíðir

Tíðarskeiðið har kravtíðir kunnu náast verður givið í samband við úttøkutreytirnar. Skjótast gjørligt eftir at tíðarskeiðið er liðugt verður kunngjørt hvør er úttikin.

Í samband við kravtíðirnar verða eisini møguligir bólkabýtið og aðrar avmarkingar kunngjørdar.

Úttøka

Frá endaligu úttøkuni og til byrjanina av kappingini skulu allir svimjarar, ið eru úttiknir luttaka í øllum teimum fyrireikingum, ið Svimjisambandið skipar fyri.

Fær úttikin svimjari skaða ella verður darvaður á annan hátt, skal hetta fráboðast Svimjisambandinum sum skjótast, ið so tekur avgerð um hvussu víðari skal farast fram.

Náa kravtíðir

Svimjistevnan skal verða góðkend av Svimjinevndini og standa í kalendaranum hjá Svimjisambandinum.

Góðkendur yvirdómari skal vera til svimjistevnuna. Er svimjistevnan uttanlanda, skal hon verða góðkend og váttað av einari FINA-tjóð. Stevnan kann ikki vera fyriskipað fyri at svimjari skal náa kravtíð.

Kravtíðin kann ikki náast við “time-trials” ella líknandi.

Millumtíðir (splitttíðir) góðkennast ikki. Tó so at fyrsta skifti í liðsvimjing kann góðkennast.

Hava fleiri svimjarar somu tíð og hetta hevur ávirkan á úttøkuna av liðnum, so skulu svimjararnir svimja um (svim-off).

Hevur svimjari nátt kravtíðina meira enn 4 mánaðir innan kappingina, so kann krav setast um støðufesti.

Svimjari yngri enn juniorsvimjari, ið klára kravtíðina til seniorkappingar verða sum meginregla ikki úttiknir.

Starvsnevndin skal endaliga staðfesta allar úttøkur.

Sett í gildi 7. oktober 2009