Reglugerð fyri Meistarastevnur

Grein 1

Svimjisamband Føroya skipa á hvørjum ári fyri Føroyameistarastevnu “FM” og Meistarastevnu fyri Ung “MU”. Svimjisamband Føroya fær allan ágóðan og ber allar útreiðslur, ið standast av meistarastevnunum.

Føroyameistarastevnan á stuttgeil verður fyriskipað í november og Føroyameistarastevnan á langgeil í mai og/ella juni.

Grein 2

Svimjinevndin hevur ábyrgd fyri meistarastevnunum. Svimjinevndin kann eftir góðkenning frá Starvsnevndini skipa fyri øðrum meistarastevnum.

Grein 3

Stk 1. Allir svimjarar, ið eru limir í føroyskum svimjifeløgum og hava føroyskan svimjitjóðskap hava rætt at luttaka í meistarastevnunum. Svimjari kann bara umboða eitt limafelag í Svimjisambandi Føroya.

Stk 2. Svimjari, sum flytir uttanlands í lestrar-, arbeiðs- ella øðrum ørindum í eitt ávíst áramál, kann varðveita sín føroyska svimjitjóðskap og luttaka í meistarastevnum, sum eru fyriskipaðar av Svimjisambandi Føroya, hóast svimjarin einans venur við útlendskum svimjifelagi. Svimjarin skal við fráflyting boða SSF frá, at hann ynskir at varðveita sín føroyska svimjitjóðskap.

Stk. 3. Svimjari, sum seinastu 6 mánaðirnar hevur búð í Føroyum, vant í føroyskum svimjifelag og luttikið í kappingum umboðandi svimjifelagið, kann av starvsnevndini fáa loyvi at luttaka í meistarastevnum, sum eru fyriskipaðar av Svimjisambandi Føroya.

Grein 4

Svimjinevndin kann áseta kravtíðir.

Grein 5

Heiðursmerki verða latin fyrstu trimum svimjarum/liðum í hvørjari kapping.

Grein 6

Svimjinevndin avger hvussu meldað verður til og hvussu kapping annars verður skipað, til dømis sum innleiðandi og finala ella beinleiðis finala.

Grein 7

Svimjinevndin avger hvat startgjaldið og frámeldingargjaldið er fyri einstaklinga- og liðsvimjingar.

Grein 8

Svimjinevndin leggur kappingarskránna.

Grein 9

Kappast verður í 25 ella 50 metra longum innandura hyli. Vatnið skal í minsta lagið vera 24°C.

Grein 10

Kappingin verður skipað sambært FINA svimjireglunum. Svimjinevndin setur yvirdómarin/ar.

Grein 11

Har bert ein luttakari er tilmeldaður skal hesin svimja alt strekkið fyri at gerast vinnari.

Samtykt av starvsnevndini hin 22. februar 2017.