Reglugerð fyri Masters-stevnur

Reglugerð fyri Masters-stevnur

Grein 1
Kappingar

Allar mastersstevnur, ið verða fyriskipaðar í Føroyum, eru undir eftirliti av Svimjisambandi Føroya. Mastersreglurnar hjá FINA eru galdandi.

Grein 2
Góðkenning av stevnuni
Mastersnevndin skal góðkenna allar stevnur og kappingargreinar, áðrenn innbjóðingin verður send út og útnevna yvirdómaran.
Er stevnan ikki góðkend av mastersnevndini, kunnu svimjarar ikki seta met á hesi stevnu, eins og tíðirnar ikki kunnu nýtast sum tilmeldingartíðir til aðrar svimjistevnur.

Grein 3
Innbjóðing
Innbjóðing við fullfíggjaðari skrá skal verða send út í seinasta lagi tvær vikur fyri fyrsta stevnudag. Umframt felagið, ið bjóðar til stevnu, skal í minsta lagi eitt annað felag luttaka.

Grein 4
Hylurin

Longdin á hylinum skal verða almannakunngjørd saman við innbjóðingini. Vatnið skal í minsta lagi vera 24°C.

Grein 5
Kappingarnar

a) Felagið, ið bjóðar til stevnu, avgerð, hvørjar kappingar verða svomnar og leggur kappingarskránna.

b) Stevnan og úrslitini skulu bólkabýtast eftir mastersreglunum hjá FINA.

c) Eingin kapping kann vera stytri enn tvær longdir (50 metrar ella 33 ⅓ metrar).

d) Felagið, ið bjóðar til stevnu, hevur rætt at avmarka luttøkuna.

Grein 6
Tilmelding

a) Felagið, ið bjóðar til stevnu, ger av, hvussu skrivliga tilmeldingin fer fram. Tilmeldingin skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi fýra dagar fyri fyrsta stevnudag og startlistin skal vera øllum luttakandi feløgum í hendi, í seinasta lagið 48 tímar innan svimjistevnan byrjar.

Í tilmeldingini skal standa: Navn, árgangur, felag, svimjigrein, kappingarnummar og besta tíð, ið skal vera svomin innan fyri 12 mánaðir frá stevnudegnum.

b) Til liðkappingar skulu luttakaranøvnini vera tilskilað. Tó kunnu hesi broytast í seinasta lagi átta kappingar, áðrenn liðkappingarnar byrja. Tá skulu øll liðini lata luttakaranøvnini í startraðfylgju.

c) Um tilmeldingin ikki er fullfíggjað, t.d. um árgangur, svimjigrein ella luttøkugjald restar hjá onkrum luttakara, verður tilmeldingin ikki góðtikin.

Grein 7
Har bert ein luttakari er tilmeldaður, skal hesin svimja strekkið fyri at gerast vinnari. Hetta er galdandi einsvæl fyri lið sum fyri einstaklingar.

Grein 8
Vinningar
Felagið, ið bjóðar til stevnu, ger av, um og hvørjir vinningar vera latnir.

Grein 9
Úrslit
Felagið, ið bjóðar til stevnu, skal senda øllum luttakandi feløgum og Svimjisambandinum fullfíggjaðan úrslitalista í seinasta lagi 48 tímar eftir, at kappingin er lokin.

Sett í gildi av Starvsnevndini, tann 14. apríl 2012