Reglugerð fyri svimjistevnur

Reglugerð fyri svimjistevnur

Grein 1.
Kappingar
Allar svimjistevnur, ið verða fyriskipaðar í Føroyum, eru undir eftirliti av Svimjisambandi Føroya. FINA-reglurnar eru galdandi.

Grein 2
Góðkenning av stevnuni
Svimjinevndin skal:
a)     góðkenna allar stevnur og kappingargreinar, áðrenn innbjóðingin verður send út
b)     útnevna yvirdómaran, um stevnan er í einum 25 metra hyli
Dómarar og hjálparfólk annars skulu vera frá minst 2 feløgum.
Er stevnan ikki góðkend av svimjinevndini, kunnu svimjarar ikki seta met á hesi stevnu, eins og tíðirnar ikki kunnu nýtast sum tilmeldingartíðir til aðrar svimjistevnur.

Grein 3
Innbjóðing
Innbjóðing við fullfíggjaðari skrá skal verða send út í seinasta lagi 2 vikur áðrenn fyrsta stevnudag. Umframt felagið, ið bjóðar til stevnu, skal í minsta lagi eitt annað felag luttaka.

Grein 4.
Hylurin
Longdin á hylinum skal verða almannakunngjørd saman við innbjóðingini. Vatnið skal í minsta lagi vera 24°C.

Grein 5
Kappingarnar
a)     Felagið, ið bjóðar til stevnu, avgerð, hvørjar kappingar verða svomnar og leggur kappingarskránna. Um stevnan er bólkabýtt, skal bólkabýti verða sambært reglugerðini um SUM/UM.
b)     Felagið, ið bjóðar til stevnu, hevur rætt at avmarka luttøkuna.
c)     Kapping kann ikki byrja aftaná kl. 22.00.

Grein 6
Tilmelding
a)      Felagið, ið bjóðar til stevnu, avger, hvussu skrivliga tilmeldingin fer fram. Tilmeldingin skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi 2 dagar áðrenn fyrsta stevnudag.
Í tilmeldingini skal standa: Navn, árgangur, felag, svimjigrein, kappingarnummar og besta tíð, ið skal vera svomin innan fyri 12 mánaðir frá stevnudegnum.
b)      Til liðkappingar skulu luttakaranøvnini vera tilskilað. Tó kunnu hesi broytast í seinasta lagi 8 kappingar, áðrenn liðkappingarnar byrja. Tá skulu øll liðini lata luttakaranøvnini í startraðfylgju.
c)     Um tilmeldingin ikki er fullfíggjað, t.d. um árgangur, svimjigrein ella luttøkugjaldið restar hjá onkrum luttakara, verður tilmeldingin ikki góðtikin.

Grein 7
Har bert ein luttakari er tilmeldaður, skal hesin svimja strekkið fyri at gerast vinnari. Hetta er galdandi einsvæl fyri lið sum einstaklingar.

Grein 8
Vinningar
Felagið, ið bjóðar til stevnu, avger, um og hvørjir vinningar verða latnir.

Grein 9
Úrslit
Felagið, ið bjóðar til stevnu, skal senda øllum luttakandi feløgum og Svimjisambandinum fullfíggjaðan úrslitalista í seinasta lagi 48 tímar eftir, at kappingin er lokin.

Sett í gildi 20. mars 2008