Reglugerð fyri svimjistevnur

Reglugerð fyri svimjistevnur

Grein 1

Kappingar

Allar svimjistevnur, ið verða fyriskipaðar í Føroyum, eru undir eftirliti av Svimjisambandi Føroya. FINA-reglurnar eru galdandi.

Grein 2

Góðkenning av stevnuni

Svimjinevndin skal:

a)     góðkenna allar stevnur og kappingargreinar, áðrenn innbjóðingin verður send út

b)     útnevna yvirdómaran, um stevnan er í einum 25 metra hyli

Dómarar og hjálparfólk annars skulu vera frá minst 2 feløgum.

Er stevnan ikki góðkend av svimjinevndini, kunnu svimjarar ikki seta met á hesi stevnu, eins og tíðirnar ikki kunnu nýtast sum tilmeldingartíðir til aðrar svimjistevnur.

Grein 3

Innbjóðing

Innbjóðing við fullfíggjaðari skrá skal verða send út í seinasta lagi 2 vikur áðrenn fyrsta stevnudag. Umframt felagið, ið bjóðar til stevnu, skal í minsta lagi eitt annað felag luttaka.

Grein 4

Hylurin

Longdin á hylinum skal verða almannakunngjørd saman við innbjóðingini. Vatnið skal í minsta lagi vera 24°C.

Grein 5

Kappingarnar

a)     Felagið, ið bjóðar til stevnu, avgerð, hvørjar kappingar verða svomnar og leggur kappingarskránna. Um stevnan er bólkabýtt, skal bólkabýti verða sambært reglugerðini um bólkabýtið.

b)     Felagið, ið bjóðar til stevnu, hevur rætt at avmarka luttøkuna.

c)     Kapping kann ikki byrja aftaná kl. 22.00.

Grein 6

Tilmelding

a)      Felagið, ið bjóðar til stevnu, avger, hvussu skrivliga tilmeldingin fer fram. Tilmeldingin skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi 4 dagar áðrenn fyrsta stevnudag og startlistin skal verða øllum luttakandi feløgum í hendi, í seinasta lagið 48 tímar innan svimjistevnan byrjar.

Í tilmeldingini skal standa: Navn, árgangur, felag, svimjigrein, kappingarnummar og besta tíð, ið skal vera svomin innan fyri 12 mánaðir frá stevnudegnum.

b)      Til liðkappingar skulu luttakaranøvnini vera tilskilað. Tó kunnu hesi broytast í seinasta lagi 8 kappingar, áðrenn liðkappingarnar byrja. Tá skulu øll liðini lata luttakaranøvnini í startraðfylgju.

c)     Um tilmeldingin ikki er fullfíggjað, t.d. um árgangur, svimjigrein ella luttøkugjaldið restar hjá onkrum luttakara, verður tilmeldingin ikki góðtikin.

Grein 7

Har bert ein luttakari er tilmeldaður, skal hesin svimja strekkið fyri at gerast vinnari. Hetta er galdandi einsvæl fyri lið sum einstaklingar.

Grein 8

Vinningar

Felagið, ið bjóðar til stevnu, avger, um og hvørjir vinningar verða latnir.

Grein 9

Úrslit

Felagið, ið bjóðar til stevnu, skal senda øllum luttakandi feløgum og Svimjisambandinum fullfíggjaðan úrslitalista í seinasta lagi 48 tímar eftir, at kappingin er lokin.

Sett í gildi 20. mars 2008, broytt á Starvsnevndarfundi 26. apríl 2010