Lóg fyri Svimjisamband Føroya

1. Navn

Svimjisamband Føroya, stuttstavað SSF.

2. Endamál

AT menna og skapa áhuga fyri svimjiítróttina og at betra um heilsu­støð­una og møguleikanum fyri lívbjargni umframt at seta førleikakrøv til lívbjarging og trygd í sambandi við svimjing.

AT vera savnandi og at virka fyri samstarvi og trivnaði í føroysku svimjiítróttini og hjá øllum teimum sum luttaka.

AT virka fyri at øll kunnu íðka svimjiítrótt í einum tryggum umhvørvi.

AT menna svimjiítróttin og geva hvørjum einstaklingi høvi at íðka svimjiítrótt á tí støði og tí førleika viðkomandi hevur, soleiðis at øll kunnu íðka.

3. Hægsti myndugleiki

SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimji­við­ur­skiftum.

4. Limir

Ítróttarfeløg, ið íðka svimjiítrótt, skulu gerast limir í SSF.

Umsókn um limaskap verður skrivliga at senda til SSF. Starvsnevnd SSF avger um felagið kann gerast limur. Verður umsóknin noktað kann felagið leggja avgerðina fyri fyrstkomandi aðalfund.

Útmeldan av felagi verður eisini at senda skriv­liga til SSF.

Annars verður víst til  lógir ÍSF’s.

5. Limaskyldur

Feløgini hava skyldu

a) at halda lógir og reglugerðir Svimjisambandsins.

b) so vítt gjørligt, at verða SSF til hjálpar tá hetta er neyðugt.

c) at boða SSF skrivliga frá og fáa loyvi at luttaka í svimji­kapp­ing­um og venj­ing­ar­leg­um uttanlanda.

d) at senda SSF úrslit frá uttanlanda kappingum í seinasta lagi 14 dagar aftaná heim­komuna.

e) at boða SSF frá svimjivitjanum úr útlondum og fáa loyvi at halda kappingar ímóti útlendskum feløg­um.

6. Limaskapur

SSF er limur í ÍSF, og starvsnevndarformaðurin umboðar SSF í umboðstinginum hjá ÍSF. SSF umboðar Føroyar í alheims- og millumlandasamgongum. SSF er limur í Nordisk Svøm­me­Forbund NSF, Evropeiska Svimji­sam­bandinum LEN og Altjóða Svimji­sam­band­in­um World Aquatics, og eigur at syrgja fyri at lógir og reglu­gerð­ir teirra verða fylgdar. SSF er atlimur í evropeiska lívbjargingarsambandinum ILSE og altjóða lívbjargingarsambandinum ILS.

7. Stjórnin

Svimjisamband Føroya verður stjórnað av:

1. Aðalfundinum

2. Starvsnevndini

Aðrar nevndir

8. Aðalfundurin

Hægsti myndugleiki í SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í mars/apríl mánað. Aðalfundurin verður lýstur við skrivligari fráboðan til limafeløgini og á heimasíðu SSF ein mánað frammanundan.

Dagsskráin er hendan

1. Val av orðstýrara.

2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frá­greið­ing­ frá virksemi sam­bands­ins í farna ári.

3. Góðkenning av formansfrágreiðingini.

4. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.

5. Góðkenning av ársroknskapinum.

6. Innkomin mál.

7. Ásetan av ársgjaldi.

8. Val av nevndum og eykalimum.

9. Ymiskt.

Viðtøkuføri

Aðalfundurin er viðtøkuførur tá meira enn helvtin av limafeløgunum eru møtt á aðalfundi.

Innkomin mál

Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av sambandinum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera starvsnevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.

Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgum í SSF, starvsnevndini, starvsnevnd ÍSF og grannskoðaranum. Hesi nevndu hava talurætt.

Innkomin uppskot skulu standa á fundarskránni. Mál ið ikki standa á fundarskránni, kunnu bara viðgerðast, um 2/3 av atkvøðunum á aðalfundinum er fyri at taka tey til viðgerðar.

Val av nevndum og eykamonnum

Uppskot til val av limum í starvsnevndini skulu vera starvsnevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.

Fráboðan um fundarskrá v.m.

Fundarskrá, uppskot um lógarbroytingar, onnur innkomin mál og uppskot til val av nevndarlimum í starvsnevndini vera send feløgunum 8 dagar fyri aðalfundin.

Møtirætt

Hvørt felag kann senda 3 umboð til aðalfundin.

Eingin kann á aðalfundi umboða svimjifelag, uttan at hava verið lim­ur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur lima­við­ur­skifti síni í lagi. Starvsnevndin, tekniska svimjinevndin og aðrar nevnd­ir, ið starvs­nevndin hevur sett, 3 umboð fyri starvsnevnd ÍSF’s, dóms­nevndin og grann­skoð­ar­in hava møtirætt. Starvs­nevndin kann, um hetta verð­ur hildið at verða neyðugt, bjóða uttanfyristandandi at luttaka á aðalfundinum við ella uttan talurætt.

Atkvøðurætt

Atkvøðurætt við einari atkvøðu hava feløgini, við hesum treytum sum ásett í World Aquatics BL9.2:

a) felagið skal hava minst 10 íðkarar knýtt at sær

b) felagið skal luttaka á meistarastevnum SSF og á øðrum svimjistevnum góðkendar og/ella fyriskipaðar av SSF

c) felagið skal gjalda møguligt limagjald til SSF, og eftirlíka aðrar fíggjarligar skyldur

d) felagið skal halda seg fult út til ásetingarnar í World Aquatics C8, herundir serliga at eftirlíka og íverkseta avgerðir tiknar av World Aquatics og SSF, umframt at stuðla SSF í royndum sínum at náa sínum málum.

Atkvøðuháttur

Atkvøðan fer fram munnliga ella skrivliga. Um ein ella fleiri av teim­um, sum hava atkvøðurætt, ynskja tað, skal atkvøðast skrivliga. Fyri at uppskot skal vinna sømd­ir á aðalfundi, skal meira enn helm­ing­ur­in av teim­um møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.

Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur skal verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í SSF skrivliga ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar framm­anundan.

9. Starvsnevndin

Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður og skriv­ari og tveir nevndarlimir. Teir verða vald­ir einsæris á aðalfundinum fyri 2 ár. Formaður og tveir nevndarlimir verða valdir maka ár og næstformaður og skrivari ómaka ár. Frá 2022 at galda, kann starvsnevndarlimur í mesta lagi verða valdur fyri seks setur, svarandi til 12 ár, umframt í mesta lagi seks setur afturat sum formaður, svarandi til 12 ár afturat ella í mesta lagi 24 ár tilsamans.

Valdur verður til­taks­limur fyri 1 ár. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í ár­inum kann nevndin skipa seg av nýggj­um, men valið á komandi aðalf­undi skal fara fram sum um umskipan ikki var farin fram.

Aftrat teimum er forfólkið í íðkaranevndini, sum fær sæti sum vanligur limur í starvsnevndini.

Fráfaringaraldur: Nevndarlimur og/ella formaður kann í mesta lagi verða 80 ára gamal.

Starvs­nevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi. Aðal­fund­ar­samtykt skal fyri­liggja við keyp og sølu av fastari ogn.

Starvs­nevndin kann seta fólk at taka sær av ávisum uppgávum og virksemi hjá SSF.

Starvs­nevndin sendir einaferð árliga ÍSF frágreiðing um virksemi hjá SSF.

Starvsnevndin tekur avgerð um handan av heiðurs­merkj­um og virð­is­lønum.

10. Aðrar nevndir

Starvsnevndin hevur heim­ild at seta aðrar nevndir at taka sær av upp­gáv­um í Svimjisamband­in­um. Starvs­nevnd­in hevur heimild at finna nýggj fólk í hesar nevndir, tá hetta er neyðugt. Talið av nevnd­ar­limum avgerð starvs­nevndin. Allar nevndir virka undir ábyrgd og góð­kenning starvs­nevnd­ar­inn­ar, eins og starvs­nevnd­in skal góð­kenna allar reglugerðir.

Teknisk svimjinevnd og Kappingarnevnd

Starvsnevndin setir tvær nevndir at taka sær av øllum kappingarviðurskiftum til SSF-góðkendar kappingar, heruppií Meistarakappingar. Sett verður ein teknisk svimjinevnd og ein kappingarnevnd, sum fyriskipar kappingina í verki.

1. Tekniska svimjinevndin verður mannað við í minsta lagi 3 fólkum.

2. Tekniska svimjinevndin hevur ábyrgd av øllum reglubundnum viðurskiftum, so sum at:

a) góðkenna yvirdómarar til kappingar,

b) eftirkanna innbjóðingarskriv,

c) eftirkanna kappingarskrá,

d) hava eftirlit við, at kappingarreglurnar verða hildnar undan og undir kapping,

e) ummæla klagur um teknisk og lógarbundin viðurskifti, sum verða latnar inn undir og beint aftaná kapping, áðrenn klagan verður latin dómsnevndini, sí kærufreistir hesum viðvíkjandi,

f) handhevja regluverkið hjá SSF, LEN og World Aquatics í øllum kappingarviðurskiftum.

3. Tekniska svimjinevndin kann gera starvsskipan fyri manning og virksemið sítt, sum skal góðkennast av starvsnevndini.

4. Kappingarnevndin er tað felagið, sum er vertur fyri einari SSF-góðkendari kapping ella tað felagið, sum hevur heimahyl til eina Meistarastevnu hjá SSF. Kappingarnevndin hevur ábyrgd av øllum praktiskum viðurskiftum í sambandi við fyriskipan av kappingini, so sum at gera hyl og høll klára til kapping.

5. Starvsnevndin kann gera starvsskipan fyri virksemið hjá kappingarnevndini.

Íðkaranevnd

1. SSF hevur eina íðkaranevnd, ið virkar sambært Olympiska skjalinum.

2. Umboð verða vald í íðkaranevnd eftir reglunum í reglugerð um íðkaranevnd.

Stjórnarfundir

Starvsnevndin tekur stig til at skipa fyri stjórnar­fund­um við jøvnum mill­umbilum. Á hesum fundum lut­taka allir nevndarlimir í øllum nevnd­um, undir Svimji­sam­bandinum, tó undantikið dómsnevndina.

Kærur

Allar kærur skulu beinast til ta nevnd, ið hevur málið um hendi. Avgerðin í hesi nevnd kann kærast til starvs­nevndina, ið kann taka avgerð í málinum, ella beina málið víðari til dómsnevndina. Tekur starvs­nevnd­in avgerð í máli, kann henda avgerð kærast til dóms­nevndina.

11. Dómsnevndin

Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða sambært reglu­gerð fyri dómsnevnd­ir hjá ÍSF.

12. Felags fyri nevndirnar

Nevndirnar skulu útinna viðtøkur gjørdar á aðal­fund­inum og syrgja fyri, at lógir og reglugerðir altíð, so vítt gjørligt, eru í samsvar við altjóða reglur.

Nevndarlimir fáa onga løn.

Starvsnevndin kann gera uppskot til aðalfundin um reglugerð um samsýning til nevndarlimir og endurgjald fyri útreiðslur, sum venjarar, ferðaleiðarar og onnur umboð hjá SSF hava í sambandi við altjóða kappingar, fundir í altjóða felagsskapum, sum SSF er limir í o.t.

Reglugerðin verður løgd fyri aðalfundin til góðkenningar og starvsnevndin hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar í reglugerðini verða fylgdar.

Starvsnevndin kann seta fólk fyri løn, herundir skrivara og kassameistara, ið kunnu vera uttan fyri starvsnevndina.

13. Kappingarárið

Kappingarárið hjá SSF er at rokna frá 1. september til 31. august.

14. Uttanveltað

SSF er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.

15. Fíggjarliga grundarlagið

Fíggjarliga grundarlagið er inntøkan av ársgjøldum, luttøku­gjøld­um, kappingum, part­ur av lands­kassa­studningi, stuð­uls­svimjingum (sí reglugerð) o.ø.  Roknskaparárið er álmanakkaárið.

16. Tekningarreglur

SSF verður bundið av undirskrift hjá formanninum og tveimum starvsnevndarlimum.

17. Avtøka

Uppskot um avtøku av SSF kann bert leggjast fram á aðalfundinum. Fyri at vinna sømdir skal uppskotið viðtakast av 3/4 av teimum, sum hava at­kvøðu­rætt. Samstundis skulu í minsta lagi 3/4 av feløgunum verða um­boð­að­.

Møgu­ligar ognir skulu verða svimjingini ella ítróttini at gagni.

Góðkend av aðalfundi hjá Svimjisamband Føroya 23. mars 2023.