Lóg fyri Svimjisamband Føroya
1. Navn
Svimjisamband Føroya, stuttstavað SSF.
2. Endamál
AT menna og skapa áhuga fyri svimjing og at betra um heilsustøðuna og møguleikanum fyri lívbjargni.
AT menna svimjiítróttin og geva hvørjum einstaklingi høvi at íðka svimjing á tí støði, hann hevur hug til.
SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimjiviðurskiftum.
3. Limir
Ítróttarfeløg, ið eru limir í ÍSF og íðka svimjing, skulu gerast limir í SSF.
Umsókn um limaskap verður skrivliga at senda til ÍSF, sum avger um felagið kann gerast limur. Útmeldan av felagi verður eisini at senda skrivliga til ÍSF.
Annars verður víst til lógir ÍSF.
4. Limaskyldur
Feløgini hava skyldu
a) at halda lógir og reglugerðir Svimjisambandsins.
b) so vítt gjørligt, at verða SSF til hjálpar tá hetta er neyðugt.
c) at boða SSF skrivliga frá og fáa loyvi at luttaka í svimjikappingum og venjingarlegum uttanlanda.
d) at senda SSF úrslit frá uttanlanda kappingum í seinasta lagi 14 dagar aftaná heimkomuna.
e) at boða SSF frá svimjivitjanum úr útlondum og fáa loyvi at halda kappingar ímóti útlendskum feløgum.
5. Limaskapur
SSF er limur í ÍSF, og starvsnevndarformaðurin hevur sæti í stjórn ÍSF. SSF umboðar Føroyar í alheims- og millumlandasamgongum. SSF er limur í Nordisk SvømmeForbund NSF, Evropeiska Svimjisambandinum LEN og Altjóða Svimjisambandinum FINA, og eigur at syrgja fyri at lógir og reglugerðir teirra verða fylgdar.
6. Stjórnin
Svimjisamband Føroya verður stjórna av:
1. Aðalfundinum
2. Starvsnevndini
Aðrar nevndir
7. Aðalfundurin
Hægsti myndugleiki í SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í mai mánað. Aðalfundurin skal l‡sast í bløðunum og á heimasíðu SSF ein mánað frammanundan.
Dagsskráin er hendan
1. Val av orðstýrara.
2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram granskoðaðan rokniskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykamonnum.
6. Ymiskt.
Innkomin mál
Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av sambandinum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera starvsnevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.
Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgum í SSF, starvsnevndini, starvsnevnd ÍSF og grannskoðaranum. Hesi nevndu hava talurætt. Fundarskrá, uppskot um lógarbroytingar og onnur innkomin mál vera send feløgunum 8 dagar fyri aðalfundin.
Innkomin uppskot skulu standa á fundarskránni. Mál ið ikki standa á fundarskránni, kunnu bara viðgerðast, um 2/3 av atkvøðunum á aðalfundinum er fyri at taka tey til viðgerðar.
Møtirætt
Hvørt felag kann senda 3 umboð til aðalfundin.
Eingin kann á aðalfundi umboða svimjifelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Starvsnevndin, svimjinevndin og aðrar nevndir starvsnevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSF’s, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt. Starvsnevndin kann, um hetta verður hildið at verða neyðugt, bjóða uttanfyristandandi at luttaka á aðalfundinum við ella uttan talurætt.
Atkvøðurætt
Atkvøðurætt við einari atkvøðu hava feløgini, starvsnevndarformaðurin.
Atkvøðuháttur
Atkvøðan fer fram munnliga ella skrivliga. Um ein ella fleiri av teimum, sum hava atkvøðurætt, ynskja tað, skal atkvøðast skrivliga. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum er atkvøða starvsnevndarformannsins avgerandi.
Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundurin skal verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í SSF skrivliga ynskja tað. Hesin skal verða l‡stur 14 dagar frammanundan.
8. Starvsnevndin
Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður og skrivari og tveir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaður og tveir nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár og næstformaður og skrivari annaðhvørt ár. Valdur verður tiltakslimur fyri eitt eittára skeið. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum kann nevndin skipa seg av n‡ggjum, men valið av komandi aðalfundi skal fara fram sum um umskipan ikki var farin fram.
Starvsnevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi. Aðalfundarsamtykt skal fyriliggja við keyp og sølu av fastari ogn.
Starvsnevndin kann seta kassameistara.
Starvsnevndin sendir einaferð árliga ÍSF frágreiðing um virki SSF.
Starvsnevndin tekur avgerð um handan av heiðursmerkjum og virðislønum.
9. Aðrar nevndir
Starvsnevndin hevur heimild at seta aðrar nevndir at taka sær av uppgávum í Svimjisambandinum. Starvsnevndin hevur heimild at finna n‡ggj fólk í hesar nevndir, tá hetta er neyðugt. Talið av nevndarlimum avgerð starvsnevndin. Allar nevndir virka undir ábyrgd og góðkenning starvsnevndarinnar, eins og starvsnevndin skal góðkenna allar reglugerðir.
Svimjinevndin
Starvsnevndin setir eina 3-5 manna svimjinevnd.
Svimjinevndin hevur leiðsluna av øllum svimjiítrótti, kappingarviðurskifti, skipan av Meistarakappingum (FM, UM, SUM). Svimjinevndin kann í samráð við starvsnevndina taka sær av øðrum málum innan SSF.
Stjórnarfundir
Starvsnevndin tekur stig til at skipa fyri stjórnarfundum við jøvnum millumbilum. Á hesum fundum luttaka allir nevndarlimir í øllum nevndum, undir Svimjisambandinum, tó undantikið dómsnevndina.
Kærur
Allar kærur skulu beinast til ta nevnd, ið hevur málið um hendi. Avgerðin í hesi nevnd kann kærast til starvsnevndina, ið kann taka avgerð í málinum, ella beina málið víðari til dómsnevndina. Tekur starvsnevndin avgerð í máli, kann henda avgerð kærast til dómsnevndina.
10. Dómsnevndin
Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða samb. reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF.
11. Felags fyri nevndirnar
Nevndirnar skulu útinna viðtøkur gjørdar á aðalfundinum og syrgja fyri, at lógir og reglugerðir altíð, so vítt gjørligt, eru í samsvar við altjóða reglur. SSF.
Nevndarlimir fáa onga løn.
12. Kappingarárið
Kappingarárið hjá SSF er at rokna frá 1. september til 31. august.
13. Uttanveltað
SSF er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.
14. Fíggjarliga grundarlagið
Fíggjarliga grundarlagið er inntøkan av luttøkugjøldum, kappingum, partur av landskassastudningi, stuðulssvimjingum (sí reglugerð) o.ø. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
15. Avtøka
Uppskot um avtøku av SSF kann bert leggjast fram á aðalfundinum. Fyri at vinna sømdir skal uppskotið viðtakast av 3/4 av teimum, sum hava atkvøðurætt. Samstundis skulu í minsta lagi 3/4 av feløgunum verða umboðaðið.
Møguligar ognir skulu verða svimjingini ella ítróttini at gagni.
Góðkend av aðalfundi Svimjisamband Føroya 25. oktober 2008 og stjórnarfundi ÍSF 17. november 2008




