Lóg fyri Svimjisamband Føroya

1. Navn

Svimjisamband Føroya, stuttstavað SSF.

2. Endamál

AT menna og skapa áhuga fyri svimjing og at betra um heilsu­støð­una og møguleikanum fyri lívbjargni.

AT menna svimjiítróttin og geva hvørjum einstaklingi høvi at íðka svimj­ing á tí støði, hann hevur hug til.

SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimji­við­ur­skiftum.

3. Limir

Ítróttarfeløg, ið eru limir í ÍSF og íðka svimjing, skulu gerast limir í SSF.

Umsókn um limaskap verður skrivliga at senda til ÍSF, sum avger um felag­ið kann gerast limur. Útmeldan av felagi verður eisini at senda skriv­liga til ÍSF.

Annars verður víst til  lógir ÍSF.

4. Limaskyldur

Feløgini hava skyldu

a) at halda lógir og reglugerðir Svimjisambandsins.

b) so vítt gjørligt, at verða SSF til hjálpar tá hetta er neyðugt.

c) at boða SSF skrivliga frá og fáa loyvi at luttaka í svimji­kapp­ing­um og venj­ing­ar­leg­um uttanlanda.

d) at senda SSF úrslit frá uttanlanda kappingum í seinasta lagi 14 dagar aftaná heim­komuna.

e) at boða SSF frá svimjivitjanum úr útlondum og fáa loyvi at halda kappingar ímóti útlendskum feløg­um.

5. Limaskapur

SSF er limur í ÍSF, og starvsnevndarformaðurin hevur sæti í stjórn ÍSF. SSF umboðar Føroyar í alheims- og millumlandasamgongum. SSF er limur í Nordisk Svøm­me­Forbund NSF, Evropeiska Svimji­sam­bandinum LEN og Altjóða Svimji­sam­band­in­um FINA, og eigur at syrgja fyri at lógir og reglu­gerð­ir teirra verða fylgdar.

6. Stjórnin

Svimjisamband Føroya verður stjórnað av:

1. Aðalfundinum

2. Starvsnevndini

Aðrar nevndir

7. Aðalfundurin

Hægsti myndugleiki í SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í september mánað. Aðalfundurin verður lýstur við skrivligari fráboðan til limafeløgini og á heimasíðu SSF ein mánað frammanundan.

Dagsskráin er hendan

1. Val av orðstýrara.

2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frá­greið­ing­ar frá virki sam­bands­ins í farna ári.

3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.

4. Innkomin mál.

5. Val av nevndum og eykamonnum.

6. Ymiskt.

Innkomin mál

Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av sambandinum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera starvsnevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.

Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgum í SSF, starvsnevndini, starvsnevnd ÍSF og grannskoðaranum. Hesi nevndu hava talurætt. Fundarskrá, uppskot um lógarbroytingar og onnur innkomin mál vera send feløgunum 8 dagar fyri aðalfundin.

Innkomin uppskot skulu standa á fundarskránni. Mál ið ikki standa á fundarskránni, kunnu bara viðgerðast, um 2/3 av atkvøðunum á aðalfundinum er fyri at taka tey til viðgerðar.

Møtirætt

Hvørt felag kann senda 3 umboð til aðalfundin.

Eingin kann á aðalfundi umboða svimjifelag, uttan at hava verið lim­ur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur lima­við­ur­skifti síni í lagi. Starvsnevndin, svimjinevndin og aðrar nevnd­ir starvs­nevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSF’s, dóms­nevndin og grann­skoð­ar­in hava møtirætt. Starvs­nevndin kann, um hetta verð­ur hildið at verða neyðugt, bjóða uttanfyristandandi at luttaka á aðal­fundinum við ella uttan talurætt.

Atkvøðurætt

Atkvøðurætt við einari atkvøðu hava feløgini, starvs­nevnd­ar­for­mað­urin.

Atkvøðuháttur

Atkvøðan fer fram munnliga ella skrivliga. Um ein ella fleiri av teim­um, sum hava atkvøðurætt, ynskja tað, skal atkvøðast skrivliga. Fyri at uppskot skal vinna sømd­ir á aðalfundi, skal meira enn helm­ing­ur­in av teim­um møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stend­ur á jøvnum er atkvøða starvsnevndarfor­manns­ins avgerandi.

Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundurin skal verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í SSF skrivliga ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar framm­anundan.

8. Starvsnevndin

Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður og skriv­ari og tveir nevndarlimir. Teir verða vald­ir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaður og tveir nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár og næstformaður og skrivari annaðhvørt ár. Valdur verður til­taks­limur fyri eitt eittára skeið. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í ár­inum kann nevndin skipa seg av nýggj­um, men valið av komandi aðalf­undi skal fara fram sum um umskipan ikki var farin fram.

Starvs­nevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi. Aðal­fund­ar­samtykt skal fyri­liggja við keyp og sølu av fastari ogn.

Starvs­nevndin kann seta kassameistara.

Starvs­nevndin sendir einaferð árliga ÍSF frágreiðing um virki SSF.

Starvsnevndin tekur avgerð um handan av heiðurs­merkj­um og virð­is­lønum.

9. Aðrar nevndir

Starvsnevndin hevur heim­ild at seta aðrar nevndir at taka sær av upp­gáv­um í Svimjisam­band­in­um. Starvs­nevnd­in hevur heimild at finna nýggj fólk í hesar nevndir, tá hetta er neyðugt. Talið av nevnd­ar­limum avgerð starvs­nevndin. Allar nevndir virka undir ábyrgd og góð­kenning starvs­nevnd­ar­inn­ar, eins og starvs­nevnd­in skal góð­kenna allar reglugerðir.

Svimjinevndin

Starvsnevndin setir eina 3-5 manna svimjinevnd.

Svimji­nevndin hevur leiðsluna av øllum svimjiítrótti, kappingar­við­ur­skifti, skipan av Meistarakappingum (FM, UM, SUM). Svimji­nevnd­in kann í samráð við starvsnevndina taka sær av øðrum málum innan SSF.

Stjórnarfundir

Starvsnevndin tekur stig til at skipa fyri stjórnar­fund­um við jøvnum mill­umbilum. Á hesum fundum lut­taka allir nevndarlimir í øllum nevnd­um, undir Svimji­sam­bandinum, tó undantikið dómsnevndina.

Kærur

Allar kærur skulu beinast til ta nevnd, ið hevur málið um hendi. Avgerðin í hesi nevnd kann kærast til starvs­nevndina, ið kann taka avgerð í málinum, ella beina málið víðari til dómsnevndina. Tekur starvs­nevnd­in avgerð í máli, kann henda avgerð kærast til dóms­nevndina.

10. Dómsnevndin

Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða samb. reglu­gerð fyri dómsnevnd­ir hjá ÍSF.

11. Felags fyri nevndirnar

Nevndirnar skulu útinna viðtøkur gjørdar á aðal­fund­inum og syrgja fyri, at lógir og reglugerðir altíð, so vítt gjørligt, eru í samsvar við altjóða reglur. SSF.

Nevndarlimir fáa onga løn.

12. Kappingarárið

Kappingarárið hjá SSF er at rokna frá 1. september til 31. august.

13. Uttanveltað

SSF er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.

14. Fíggjarliga grundarlagið

Fíggjarliga grundarlagið er inntøkan av luttøku­gjøld­um, kappingum, part­ur av lands­kassa­studningi, stuð­uls­svimjingum (sí reglugerð) o.ø.  Roknskaparárið er álmanakkaárið.

15. Avtøka

Uppskot um avtøku av SSF kann bert leggjast fram á aðalfundinum. Fyri at vinna sømdir skal uppskotið viðtakast av 3/4 av teimum, sum hava at­kvøðu­rætt. Samstundis skulu í minsta lagi 3/4 av feløgunum verða um­boð­að­.

Møgu­ligar ognir skulu verða svimjingini ella ítróttini at gagni.

Góðkend av aðalfundi Svimjisamband Føroya 23. oktober 2015.