Reglugerð um bólkabýti

Reglugerð um bólkabýti

Bólkabýti:
Bólkur 3 dreingir eru: dreingir ið fylla 12 ár í kalendaraárinum, og yngri.
Bólkur 3 gentur eru: gentur ið fylla 10 ár í kalendaraárinum, og yngri.

Bólkur 2 dreingir eru: dreingir ið fylla 13 ár, og í mesta lagi 14 ár, í kalendaraárinum.
Bólkur 2 gentur eru: gentur ið fylla 11 ár, og í mesta lagi 12 ár, í kalendaraárinum.

Bólkur 1 dreingir eru: dreingir ið fylla 15 ár, og í mesta lagi 16 ár, í kalendaraárinum.
Bólkur 1 gentur eru: gentur ið fylla 13 ár, og í mesta lagi 14 ár, í kalendaraárinum.

Junior dreingir eru: dreingir ið fylla 18 ár í kalendaraárinum, og yngri.
Junior gentur eru: gentur ið fylla 16 ár í kalendaraárinum, og yngri.

Umframt hesar bólkar verður eisini skipaður ein Bólkur 4 fyri dreingir. Tá ið hesin bólkur verður svomin, broytist bólkur 3 fyri dreingir at eita: dreingir, ið fylla 11 ár, og í mesta lagi 12 ár,  í kalendaraárinum. Bólkur 4 verður ikki svomin til MU og verða úrslit heldur ikki bólkabýtt í Bólk 4 til opnar kappingar.

Bólkur 4 dreingir eru: dreingir, ið fylla 10 í kalendaraárinum og yngri.

Bólkaskifti:
Bólkaskifti fer fram um árskifti.
T.v.s. at svimjari endar í ávísum bólki 31. desembur, og byrjar í nýggjum 1. januar, árið eftir.

Juniormet:
Juniormet kunnu setast av svimjarum ið lúka treytirnar at verða junior, ið eru nevndar omanfyri.

Í samband við nýggja bólkabýti, og fyri at leggja eitt ávíst støði, eru harumframt ásettar kravtíðir.

Juniormet kunnu setast í 25 og 50 metur hyli og somu kravtíðir eru galdandi. Svomnu tíðirnar eru tó ikki sambærligar, og verða tí bólkaðar eftir, hvørjum hyli (25 ella 50 m) ið svomið er í.

Tað áliggur svimjifelagnum, hjá tí metsetandi svimjaranum at fráboða nýggj met.

Sett í gildið í apríl 2009, og broytt á Starvsnevndarfundi 26. apríl 2010