Vinstri forsíðubjálki

Pál Joensen í skjóstasta riðli í 1500 frí

Dec 10th, 2008 | By hestoy

Seint mánakvøldið, aftaná fleiri tímars seinking í Frankfurt, komu svimjararnir til EM í stuttum hyli í Krotia fram, ein langur dagur var at enda. Í dag eru venjing á skránni og skilja vit at øll er sera glað fyri umstøðurnar.   Liðið til EM í stuttum hyli eru 4 svimjarar. Úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Kári á [...]



Úttøkutreytir til EM

Oct 31st, 2008 | By admin

Starvsnevndind avgjørdi á fundi 30. oktober 2008, at hesar úttøkutreytir eru galdandi til EM í stuttum hyli í Rijeka, 11.-14. desember 2008: Úttiknir verður teir 4 svimjararnar, ið hava hægst FINA-stig, omanfyri gullnálatíðina (NB! Gullnálatiðin á seinasta nálalistanum hjá SSF). Tíðirnar skulu vera svomnar í tíðarskeiðnum 1. september til og við 30. november 2008.



Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag

Oct 30th, 2008 | By hestoy

Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag Svimjari hevur rætt til at vera limir í fleiri svimjifeløgum í senn, men kann bara umboða eitt felag í svimjikappingum í senn. Luttøka uttanlands fyri útlendskt svimjifelag, broytir ikki uppá rættindi at umboða eitt svimjifelag í Føroyum. Skifti av felag A.    Ynskir svimjari at umboða annað felag innan [...]



Flyta ársaðalfund og nýggjan formann

Oct 27th, 2008 | By admin

Ársaðalfundur varð hildin í Svimjisambandinum leygardagin 25. oktober. Á skránni vóru lógarbroytingar, og avgjørdi aðalfundurin, at frameftir verður ársaðalfundurin hildin í mai í staðin fyri oktober, í hesum sambandi er roknskaparárið broytt til kalendaraárið. Talið av starvsnevndarlimum er hækkað frá 3 til 5 Formaðurin seinastu fýra árini, Palli Ziskason, hevði boðað frá at hann ikki [...]



Tveir nýggir samstarvsfelagar

Oct 23rd, 2008 | By admin

Svimjisambandið hevur gjørt avtalu við Vodafone og Tryggingarfelagið Føroyar um samstarv komandi tvey árini. Avtalurnar koma afturat teimum, sum áður eru gjørdar við Norðoya Sparikassa, Atlantic Airways og Intersport. Hesar fimm avtalur skulu komandi tvey árini, fram til 2010, hjálpa Svimjisambandinum við menningini av føroyskari svimjing. Starvsnevndin fegnast um at tað er eydnast at fáa hesar avtalur [...]



Altjóða Dómari í Svimjing

Sep 29th, 2008 | By admin

Altjóða svimjisambandið, FINA, hevur góðkent Evald Rasmussen sum altjóða dómara frá 1. januar 2009 at rokna.