Vinstri forsíðubjálki

Talentlandsliðsvenjing í svimjing

Dec 16th, 2008 | By hestoy
Talentlandsliðsvenjing í svimjing

Svimjisambandið skipaði fyri talentlandsliðsvenjing, fyrsta vikuskifti í desember.



Endaði EM við trimum metum

Dec 14th, 2008 | By hestoy
Endaði EM við trimum metum

Í fyrstu kapping sunnumorgunin setti Shaila millum Garðarnar nýtt føroyskt met í 50 frísvimjing. Tíðin hjá Shailu gjørdist 26,49 og nýtt føroyskt met. Shaila gjørdist nr. 53. EM í svimjing fekk ein virðiligan enda fyri føroyska liðið. Seinasti svimjari í hylinum sunnumorgun var Pál Joensen, ið svam 200 frísvimjing. Tað gjørdi hann so sannlilig til [...]



Tvey met og fimtapláss í 1500

Dec 14th, 2008 | By hestoy

Kappingin vit øll hevði bíðað eftir var uttan iva 1500 frísvimjing. Pál Joensen, ið var tilmeldaður við 8. besti tiðini og skuldi svimja í skjótasta riðli seinnapartin leygardagin, hevði innan kappingina bóða frá at fór eftir heiðursmerki. Innan kappingina var ein frámelding, soleiðis at Pál var í skjótasta riðli við 7. besti tíð.    Kappingin [...]



Kári og Mona hava svomið leygarmorgun

Dec 13th, 2008 | By hestoy

Leygarmorgun hava vit havt tveir svimjarar í hylinum. Fyrstur var Kári á Høvdanum, ið svam 100 ryggsvimjing. Kári legði út á 0:27,19 og enda kappingina í 0:56,94. Hetta 81 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin. Kári gjørdist nr. 32. Mona Simonsen svam 400 frísvimjing og fekk tíðina 4:29,25, ið er ein betring av tilmeldingartíðini við 1 sekundi [...]



Mona betraði seg næstan 5 sekund

Dec 12th, 2008 | By hestoy
Mona betraði seg næstan 5 sekund

Mona Simonsen svam í morgun 800 frí til EM í Rijeka, Kroatia. Tíðin hjá monu gjørdist 9:04,88, eina betring av tilmeldingartíðini uppá 4 sekund og 71 hundraðpartar. Splitttíðirnar hjá Monu vóru hesar: 30,17 32,91        1:03,08 33,72 34,11        1:07,83 34,21 34,27        1:08,48 34,57 34,49        1:09.06 34,60 34,43 [...]



Kári svomið 50 rygg

Dec 12th, 2008 | By hestoy

Kári á Høvdanum hevur svomið 50 ryggsvimjing í fyrstu kapping í morgun. Tíðin hjá Kára gjødrist 26.37, ið er 27 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin. Kári legði væl út og var við inn í vendingina, men hevði ikki ein nóg góða vending. Hann endaði á einum samanlagdum 38. plássið.



Shaila millum Garðarnar 3 tíggjundapartar undir tilmeldingartíð

Dec 11th, 2008 | By hestoy
Shaila millum Garðarnar 3 tíggjundapartar undir tilmeldingartíð

Shaila millum Garðarnar hevur beint nú svomið innleiðandi í 100 frí, og við tíðini 0:58,21, hon betraði tilmeldingartíðina við 32 hundraðpartum. Millumtíðin var: 27,88 58.26 Shaila endaði á 51. plássið. 



Pál betraði føroyska metið við tveimum sekundum í 400 frí

Dec 11th, 2008 | By hestoy
Pál betraði føroyska metið við tveimum sekundum í 400 frí

Pál hevur beint nú svomið innleiðandi í 400 frí, og við tíðini 3:42,57, nýtt føroysk met, men ikki nokk til at koma í finaluna í 400 metra frísvimjing. Millumtíðirnar vóru: 25.80 27.78 53.58 28.37 28.60 56.97 28.29 28.42 56.71 27.96 27.38 55.34 3:42.57 Pál endaði á 13. plássið, ið eisini var tað plássið hann var [...]



Kári 4 sekund undir tilmeldingartíð

Dec 11th, 2008 | By hestoy
Kári 4 sekund undir tilmeldingartíð

Kári á Høvdanum hevur sum fyrsti førosyki svimjari svomið sína kapping til EM. Tíðin hjá Kára í 100 firvald gjørdist 0:58,27, við einum útleggi uppá 0:27,17. Kári betraði sína tilmeldingartíð 1.02.42 við meira enn 4 sekundum. Kári endaði á 44. plássið.



Nær svimja tey

Dec 10th, 2008 | By hestoy

Kári á Høvdanum, FS, (føddur 1. januar 1990) 100 Firvaldasvimjing, tilmeldingartíð 1:02,42, tilmeldaður sum nr. 46 av 52 – Hósdag 50 ryggsvimjing, tilmeldingartíð 0:26,11 tilmeldaður sum nr. 33 av 45 – Fríggjadag 100 Ryggsvimjing, tilmeldingartíð 0:56,13, tilmeldaður sum nr. 33 av 36 – Leygardag   Mona Simonsen, SUSVIM, (fødd 14. mai 1992) 800 frísvimjing, tilmeldingartíð [...]