Tíðindaskriv

Pál silvur í 400 frí

Oct 30th, 2010 | By rokur
Pál silvur í 400 frí

Pál Joensen vann fyri løtu síðani silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, við tíðina 3:44.45 aftanfyri týska Paul Biedermann á 3:42.31, og frammanfyri niðurlendska Job Kienhuis á 3:45.27, sum er nærmasti kappingarneyti um gullið í 1500 metrar frísvimjing í morgin.



Pál nummar 2 í innleiðandi 400 frí

Oct 30th, 2010 | By rokur
Pál nummar 2 í innleiðandi 400 frí

Pál Joensen luttók sum kunnugt í morgun á World Cup í Berlin, í innleiðandi riðlunum av 400 frí, og megnaði har við 3:46.76 at svimja seg í finaluna seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum, frammanfyri týska favorittin Paul Biedermann.



Pál fer eftir gullinum í Berlin

Oct 29th, 2010 | By rokur
Pál fer eftir gullinum í Berlin

Pál Joensen luttekur nú leygardagin 30. til sunnudagin 31. oktober á World Cup í Berlin, har hann í fjør vann silvur í 1500 metra frísvimjing. Hann er í ár styrkismettur at vinna bronsu í 400 metra frísvimjing, og gull í 1500. Skráin fyri World Cup stevnuna í Berlin: Leygardag 30. oktober, innleiðandi riðlar frá kl [...]



Seinasta útkall til tríggjar avbjóðingar

Oct 22nd, 2010 | By rokur
Seinasta útkall til tríggjar avbjóðingar

Nú leygardagin og sunnudagin verður stór svimjistevna í Klaksvík, har avgerðin fellur um hvør sum sleppur við á landsliðini til World Cup í Stokkhólm í november, NJM í Kastrup í desember og HM í Dubai í desember. Til World Cup í Stokkhólmi er føroyska úttøkuskipanin, at teir báðir svimjarar av hvørjum kyni sleppa afturat Páli [...]



Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í Íslandi

Oct 10th, 2010 | By rokur
Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í Íslandi

Tað gjørdist ein rættiliga greiður sigur til íslendingar í ár, tá ið landsdystur var í Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík, leygardagin, millum Føroyar og Ísland. 98 stig ímoti 80, har føroyingar í fjør vunnu við 101 stigum ímóti 79, men tó á ongan hátt so at føroyingar nú smokkaðu niður í millum. Magnus Jákupsson og Birita [...]



Landsdystur Ísland-Føroyar 2010

Oct 4th, 2010 | By rokur
Landsdystur Ísland-Føroyar 2010

Sekstan føroyskir svimjarar fara leygardagin hin 9. oktober kl. 16:00 at kappast á næsta landsdysti ímóti Íslandi, í Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík. Afturat teimum fara 10 aðrir føroyskir svimjarar við yvir á venjingarlegu, at venja 7 dagar á stuttgeil og langgeil, sum fyrireiking til altjóða kapping.



26 svimjarar til Íslands í heystferiuni

Sep 21st, 2010 | By rokur
26 svimjarar til Íslands í heystferiuni

Svimjisamband Føroya ætlar í heystferiuni 8. til 15. oktober at senda 26 svimjarar til Íslands, at kappast og venja á stuttgeil og langgeil. 16 av hesum vórðu tikin út á úttøkustevnuni í vikuskiftinum, at umboða Føroyar í landsdysti ímóti Íslandi tann 9. oktober, og hini 10 eru síðani vald út til eisini at luttaka á [...]



100 prosent succés í Budapest

Aug 14th, 2010 | By rokur
100 prosent succés í Budapest

Pauli Ø. Mohr megnaði aftur í dag at upp til sína bestu tíð, hesu ferð í 50 metra frí, og hevur sostatt saman við Páli betrað seg í øllum sum føroyingar yvirhøvur svomu í Budapest. Hetta er einastandandi úrslit, tá ið hugsað verður um at superdraktirnar nú eru burtur, og at flestu av hinum londunum [...]



Pál fimtbestur í heiminum í 800 frí

Aug 14th, 2010 | By rokur
Pál fimtbestur í heiminum í 800 frí

Pál Joensen gjørdist í gjár nummar fimm í finaluni á evropameistarastevnuni í Budapest, við fimtbestu tíð í heiminum í ár. Tíðin 7:53.11 rakk til eitt flott føroyskt met, og Pál megnaði sostatt at betra seg í báðum EM kappingum sum hann luttók í. Finalan varð eitt brak av eini kapping, har Pál Joensen og Mads [...]



2 góð úrslit í Budapest í dag

Aug 12th, 2010 | By rokur
2 góð úrslit í Budapest í dag

Teir báðir Pauli Ø. Mohr og Pál Joensen svumu báðir fyri Føroyar á evropameistarastevnuni í Budapest í morgun, Pauli í innleiðandi riðlunum av 100 frí, og Pál í innleiðandi riðlunum av 800 frí. Hjá Paula gjørdist tað eitt stórt persónligt met, og hjá Páli rakk tað til finaluna í morgin