Tíðindaskriv

Pál Joensen svimur í Sørvági

Apr 7th, 2010 | By rokur
Pál Joensen svimur í Sørvági

Svimjisamband Føroya skipar fyri svimjidegi í Sørvági
Í dag, mikudagin 7. apríl er Slóðaraskipanin hjá Svimjisamband Føroya aftur á vitjan í Sørvági. Hesuferð luttekur Pál Joensen eisini. Pál og venjarin Jón Bjarnason eru á veg til Suðurafrikanska meistarastevnuna, ið byrjar mánadagin. Men áðrenn farið verður á flog, fáa vágafólk møguleika at svimja og venja saman við [...]



Føroyskir svimjarar til OL

Mar 22nd, 2010 | By hestoy
Føroyskir svimjarar til OL

Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya fegnast um at kunna kunngera, at í framtíðini fara føroyskir svimjarar frítt at kunna luttaka fyri Føroyar í øllum FINA-kappingum, sum t.d. HM, EM og World Cup kappingum, samstundis sum teir umboða Danska Kongaríkið á Olympisku leikunum. Skiftið millum føroyska og danska landsliðið í samband við OL-luttøku gevur onga karantenu.
Stóra [...]



2 føroysk met og 5 juniormet

Mar 14th, 2010 | By rokur
2 føroysk met og 5 juniormet

Stór svimjistevna var í Klaksvík í gjár, har bæði ung og gomul royndu seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 høvdu meldað seg til kappingina afturat vanligu svimjarunum, soleiðis at aldurin strekti seg líka frá 12 ára aldri, upp til 65 ára aldur. Tilsamans 2 [...]



Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Feb 2nd, 2010 | By rokur
Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya.



Rís og rós til føroyskar svimjarar

Jan 27th, 2010 | By rokur
Rís og rós til føroyskar svimjarar

Svimjisamband Føroya hevði í vikuskiftinum aftur vitjan av estiska professaranum Rein Haljand, sum er serfrøðingur í rørslur hjá menniskjum, og ein av heimsins fremstu ráðgevum um svimjiteknikk. Niðurstøðan frá vitjanini hesuferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um sín teknikk, men at har enn manglar nakað serliga í undirvatnsfasuni.



Birita juniormet og gull í seniorkapping

Jan 17th, 2010 | By rokur
Birita juniormet og gull í seniorkapping

Reykjavík International Games 2010 er nú avgreitt, við hópin av góðum føroyskum úrslitum. Birita Debes megnaði í dag at vinna gull í 50 rygg í seniorbólkinum, og setti tá nýtt føroyskt juniormet. Birita vann eisini silvur í 200 rygg fyri seniorar, og Turið S. Christiansen silvur í 100 bringu fyri seniorar, har tíðin hjá Turið [...]



Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag

Jan 17th, 2010 | By rokur
Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag

Turið S. Christiansen setti enn eitt juniormet í morgun, tá ið hon í 100 bringu svam teinin uppá 1:19.20, og saman við 12 ára gomlu Tanju Skaalum kvalifiseraði seg til A-finaluna á Reykjavík International Games, seinnapartin. Ungu føroyingarnir hava til nú vunnið 10 gull, 16 silvur og 10 bronsu í juniorkappingini, umframt 2 silvur og [...]



Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað

Jan 15th, 2010 | By rokur
Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað

Fyrsti dagurin á Reykjavíkar International Games er liðugur og gjørdist føroysku úrslitini sera góð. Okkara svimjarar komu víðari í 15 finalum, herav 8 A-finalum.



Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International

Jan 15th, 2010 | By rokur
Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International

Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Reykjavík, har millum annað 43 føroyskir svimjarar luttaka. Hetta verður ein avbjóðandi svimjistevna, har tey skulu kappast ímóti flestu av teimum bestu íslendsku svimjarunum, umframt einum norskum landsliði við sjálvum Alexander Dale Oen á odda.



26 svimjarar til Íslands í dag

Jan 8th, 2010 | By rokur
26 svimjarar til Íslands í dag

Svimjisamband Føroya sendi í morgun 16 ungar svimjarar til Íslands á venjingarlegu, at venja í 50 metra svimjihyli. Venjarar á ferðini eru Sonni Eliasen og Karina Petersen úr Fuglafirði, og afturat teimum senda Ægir og Suðuroyar Svimjifelag hvør sínar 5 svimjarar til Íslands, at venja á eini síðuleypandi venjingarlegu.