Tíðindaskriv

Nógv heiðursmerki á AMÍ 2011

Jun 26th, 2011 | By rokur
Nógv heiðursmerki á AMÍ 2011

Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans 9 gull, 9 silvur og 6 bronsuheiðursmerki á AldursflokkaMót Íslands á Akureyri um vikuskiftið, hóast teir fyri størsta partin hoyrdu til yngru svimjararnar í hvørjum aldursbólki, og høvdu torført við at venja seg við at kappast uttandura í 6 til 12 gradirs hita.



13 svimjarar til AMÍ 2011

Jun 22nd, 2011 | By rokur
13 svimjarar til AMÍ 2011

Nú seinnapartin 22. juni fóru 13 ungir svimjarar við Norrønu til Íslands, at fyrst kappast á Aldursflokkameistaramót Íslands á Akureyri 23. til 26. juni 2011, og síðani venja. Talan er um svimjarar úr flestu feløgum, sum vórðu úttiknir eftir føroyameistarastevnuni í mai mánaða, at umboða Føroyar á hesi árligu meistarastevnuni fyri svimjarar undir íslendskan senioraldur.



So eru tað Oyggjaleikir 2011

Jun 22nd, 2011 | By rokur
So eru tað Oyggjaleikir 2011

Í næstu viku verða 14. Oyggjaleikir hildnir á Isle of Wight, við luttøku av 14 føroyskum svimjarum. Tvær ferðir hevur svimjilandsliðið vunnið leikirnar, seinast so mikið dyggiliga at Føroyar eisini vunnu leikirnar sum heild. Hesuferð er liðið í stóran mun skift út, og kappingin harðnað frá serliga Guernsey, men tó so standa Føroyar enn til [...]



Tryggingarfelagið Føroyar við til at menna føroyska svimjing

Jun 1st, 2011 | By rokur
Tryggingarfelagið Føroyar við til at menna føroyska svimjing

Svimjisamband Føroya hevur gjørt stuðulssáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar fyri 2011-2012.



Føroyingar til Mare Nostrum í Barcelona

May 31st, 2011 | By rokur
Føroyingar til Mare Nostrum í Barcelona

Nú leygardagin og sunnudagin fara EJM-landsliðið og Pál Joensen at royna seg á stóru Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, í kapping ímóti nøkrum av heimsins bestu svimjarum. Endamálið er at fyrireika seg til stevnur á langgeil í summar, at royna eftir nøkrum metum, og hvat Páli viðvíkur kanska at vinna okkurt heiðursmerki eisini.



Enn eitt ófatiligt FM í svimjing

May 23rd, 2011 | By rokur
Enn eitt ófatiligt FM í svimjing

Svimjisamband Føroya skipaði her í vikuskiftinum fyri árligu Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í svimjing, í svimjihøllini í Gundadali. Undan kappingini var ivasamt um støðið fór at vera líka høgt sum í fjør, við tað at úttøkan til Oyggjaleikir longu var í apríl mánaða, men úrslitið var tó at hetta gjørdist greitt besta Føroyameistarastevna nakrantíð.



4 føroysk met og 6 juniormet, fyrsta dag á FM 2011

May 20th, 2011 | By rokur
4 føroysk met og 6 juniormet, fyrsta dag á FM 2011

Tað gongur upp á stás uppi í Gundadali, nú Føroyameistarastevnan í svimjing verður avgreidd. Hendan fyrsta dagin settu svimjararnir tilsamans 4 føroysk met og 6 juniormet, umframt at Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag tvær ferðir svam seg undir met í kapping har aðrar tó svumu enn skjótari.



FM og JM í svimjing 2011

May 19th, 2011 | By rokur
FM og JM í svimjing 2011

Nú fríggjamorgunin 20. mai byrjar árliga Føroyameistarastevnan í svimjing, ið er hæddarpunktið í heimliga svimjikalendaranum. Kappast verður í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadag til sunnudag 20. til 22. mai, við avgerandi juniormeistarastevnu um morgunin, og beinleiðis sjónvarpaðum finalum um kvøldið. Føroyameistarastevnan er evstamark fyri úttøku til EJM í Beograd í summar, umframt síðsta stóra avbjóðing á [...]



Meistarastevnan fyri Ung 2011

May 16th, 2011 | By rokur
Meistarastevnan fyri Ung 2011

Nú um vikuskiftið varð árliga Meistarastevnan fyri Ung hildin í Klaksvík, sum er føroyameistarastevnan fyri svimjarar yngri enn junioraldur. Aftur í ár vann Suðuroyar Svimjifelag rættiliga greitt flest heiðursmerki, éitt gullmerki meira enn hini feløgini tilsamans, um enn Havnar Svimjifelag hálaði væl inn á tey í mun til í fjør.



Aðalfundur 27. mai kl. 19.00

Apr 27th, 2011 | By hestoy

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið 27. mai 2011 kl. 19.00. Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya