Category Archives: Óbólkað

Úttøkuskipan til HM 2023 í Fukuoka

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Fukuoka í Japan frá 14. til 30. juli 2023, har sjálv svimjistevnan á langgeil er frá 23. til 30. juli 2023. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi brotingum.

Posted in Óbólkað | Comments Off on Úttøkuskipan til HM 2023 í Fukuoka

HS 3 mix met 3 dagar á rað

Havnar Svimjifelag hevur hesar síðstu tríggjar dagarnar megnað at betra um føroysku metini í øllum teimum ‘mix’-liðsvimjingum sum kappast vórðu um á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, við somu fýra svimjarum. Nýggju metini eru: 1:42.33 í 4×50 frí mix, metið var … Continue reading

Posted in Óbólkað | Comments Off on HS 3 mix met 3 dagar á rað

FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022

Svimjisamband Føroya fekk herfyri tillutað eitt venjaraskeið frá altjóða svimjisambandinum FINA, at verða í Tórshavn vikuskiftið hin 16. til 18. september 2022. Hetta er skeið sum tað vit høvdu í 2018, har luttakararnir tá verða FINA góðkendir hjálparvenjarar, við møguleika … Continue reading

Posted in Óbólkað | Comments Off on FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022

Úrslit frá ABMS 2022

Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistarastevnuni 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. mai 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Posted in Óbólkað | Comments Off on Úrslit frá ABMS 2022

Elisabeth og Ró víðari til finalur, 3. dag á NM/NJM 2021

Síðstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir nú í morgun á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, har Elisabeth Erlendsdóttir megnaði at koma víðari til juniorfinaluna í 200 rygg, og Ronja Ró í Dímun til seniorfinaluna í 100 frí. Hartil skal føroyska kvinnustafettin … Continue reading

Posted in Óbólkað | Comments Off on Elisabeth og Ró víðari til finalur, 3. dag á NM/NJM 2021

Elisabeth 1:01.42 og silvur á NJM 2021 !!

Elisabeth Erlendsdóttir hevur júst svomið seg til óføra flott silvur á NJM 2021 í Upplands Väsby í Svøríki! Hon var éin hundraðpart frá gullinum. Sí úrslitalistan her Super !

Posted in Óbólkað | Comments Off on Elisabeth 1:01.42 og silvur á NJM 2021 !!