Category Archives: Lívbjarging

Helena lat hjartastartara til Páls Høll

Helena Hergeirsdóttir vann Gekkin seinast, og hjartagóð sum hon er, var eitt tað fyrsta hon gjørdi, at ringja til Sørin S. Djurhuus í Svimjisambandi Føroya, eftir einum hjartastartara til tað eina arbeiðsplássið hjá sær. Hon arbeiðir eisini í Barnagarðinum í … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Helena lat hjartastartara til Páls Høll

7 dagførdir lívbjargarar á Sandoy

Mánadagin hin 30. mai 2016 vórðu 7 lívbjargarar dagførdir á Sandoy, harav 3 starvsfólk hjá svimjihøllini í Sandoyar Meginskúla, og 4 fólkaskúlalærarar. Lívbjargingardómari var Sørin S. Djurhuus, fyri Svimjisamband Føroya.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on 7 dagførdir lívbjargarar á Sandoy

Lívbjargingarroynd á Tvøroyri í dag

Seks lívbjargarar hava í dag fingið endurnýggjað síni lívbjargingarprógv, undir leiðslu av Reidari Simonsen í svimjihylinum á Tvøroyri. Hetta vóru fólk frá Suðuroyar Svimjifelag, barnagarðinum á Tvøroyri og starvsfólk í svimjihylinum, umframt ein áhugaður privatpersónur.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Lívbjargingarroynd á Tvøroyri í dag

Eingin svimjing uttan lívbjargara

Nú tvær vandastøður hava verið við ungum svimjarum í føroyskum svimjihallum, halda vit í Svimjisambandi Føroya tað vera hóskandi, at vit vísa á tey tilboð sum vit hava bygt upp og bjóða í sambandi við trygd í svimjihallum. Svimjisambandið kann … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Eingin svimjing uttan lívbjargara

Svimjisambandið styrkir lívbjargni

Vikuskiftið 10. og 11. oktober hevði Svimjisamband Føroya í samstarvi við Dansk Svømmeunion hildið lívbjargingardómaraskeið í ÍSF-húsinum.

Posted in Breidd, Lívbjarging | Comments Off on Svimjisambandið styrkir lívbjargni