Category Archives: Felagsskapur

Hvat heldur TÚ at føroysk svimjing skal leggja dent á?

Her er spurnarblað sum tú kanst hjálpa okkum við at fylla út og senda inn, so at vit í Svimjisambandinum betur vita, hvat ið vit øll ynskja at føroysk svimjing fæst við. https://form.jotform.com/221586592136057

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Hvat heldur TÚ at føroysk svimjing skal leggja dent á?

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 9. apríl 2022 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein rúgva av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av formanni … Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Atlantic Airways heldur áfram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF. Hetta hendi har vesturi á flogvøllinum í Vágum, í sambandi við at føroyska svimjilandsliðið kom heim av væleydnaðari ferð til Noregs, har … Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Atlantic Airways heldur áfram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya

Havnar Svimjifelag søkir eftir høvuðsvenjara

Havnar Svimjifelag leitar eftir høvuðsvenjara at byrja í august 2022, sí havnarsvimjifelag.com The Head Coach will personally carry out the coaching of the club’s competitive teams and supervise the club as a whole ensuring that the coaching of all the … Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Havnar Svimjifelag søkir eftir høvuðsvenjara

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, leygardagin hin 9. apríl 2022 frá kl 09:30. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2022-frabodan.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Ann Ellingsgaard nýggjur aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya

Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara.  Ann er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn sum ganga til svimjing, og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Ann Ellingsgaard nýggjur aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya