Felagsskapur

Svimjinevnd

Dec 17th, 2007 | By admin

Starvsnevndin hevur nú sett nýggja svimjinevnd. Í henni eru: Maria Danielsen, Øssur Mohr og Poul Poulsen. Samstundis hevur starvsnevndin sett Reidar Simonsen at hava dagliga ábyrgd og skráseting av øllum metum hjá føroyskum svimjarum. Hetta arbeiði verður skipað eftir nærri avtalu við svimjinevndina.



Starvsnevnd

Oct 30th, 2007 | By admin

Á aðalfundinum leygardagin blivu tveir nýggjir nevndarlimir valdir í starvsnevndina. Hesir eru Jórun Eið Jóhannesen og Maud Poulsen. Tær avloysa Helga á Fløtti og Oluffu á Høvdanum, sum ikki ynsktu at halda fram. Vit takka teimum fyri gott arbeiði og ynskja nýggju liminum góða eydnu í arbeiðinum.