Á breddanum
Dec 15th, 2010 |
By rokur
Sum onkur viðmerkti nú í kvøld, so eru føroyingarnir klárt fremst, tá ið tað kemur til at betra seg mest á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup. Til nú hava tey sett 1 føroyskt met, 6 juniormet og 2 landsliðsmet fyri juniorar, umframt at øll hava betra seg í minst einari grein.
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Dec 15th, 2010 |
By rokur
Føroyingar fingu eina góða byrjan á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup í morgun, tá ið Cecilia Eysturdal longu í fyrstu kapping setti føroyskt juniormet í 800 frí. Løtu seinni setti Birita Debes føroyskt juniormet í 100 frí, og hareftir Magnus Jákupsson juniormet í 200 firvald. At enda settu tær fýra Birita Debes, Turið S. Christiansen, Poula [...]
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Dec 9th, 2010 |
By rokur
Nú leygardagin og sunnudagin fara 9 føroyskir svimjarar at luttaka á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni, í Kastrup í Danmark. Hóast vit bara hava einstakar møguleikar at vinna heiðursmerki í ár, so benda tilmeldingarnar til stevnuna á, at føroysk svimjing er við at lyfta seg frá at liggja niðast í hesi kapping, til at liggja onkustaðni miðskeiðis.
Posted in Kapping, Á breddanum |
Comments Off
Dec 9th, 2010 |
By rokur
Pál Joensen vann í dag silvur í 1500 frísvimjing á Fina/Arena Swimming World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Tíðin hjá honum var 14:54.21, Pál var 10 sekund frammanfyri japanska Jumpei Higashi við tíðini 15:04.08. Vinnari gjørdist franski evropameistarin Sèbastien Rouault við tíðini 14:37.94. Henda tíð er besta tíð í heiminum í ár.
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Dec 9th, 2010 |
By rokur
Fyri okkara ungu svimjarar Biritu Debes úr Flot og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag er Fina/Arena Swimming World Cup stevnan liðug á hesum sinnið. Tey hava bæði svomið tvær kappingar í morgun. Besta úrslitið, var føroyskt met til Biritu Debes í 50 firvaldasvimjing. Seinasta kappinga á hesum sinnið verður seinrapartin kl. 14:40 tá ið Pál [...]
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Dec 9th, 2010 |
By rokur
Pál Joensen vann í dag bronsu í 400 metra frísvimjing á Fina/Arena Swimming World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Tíðin hjá honum var 3:46.13.
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Dec 9th, 2010 |
By rokur
Fyrstu innleiðandi kappingarnar eru nú lidnar til Fina/Arena Swimming World Cup í Stokkhólmi. Úrslitini vóru góð, og tá avtornaði høvdu vit fingið eitt finalupláss í 400 frí. Fyrsti føroyski svimjari í hylinum var Magnus Jákupsson í 100 metra ryggsvimjing, hann svam tíðina 57:89, millumtíðin á 50 metrum var 29:92. Hetta var ein betring bestutíðini hjá [...]
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Nov 3rd, 2010 |
By rokur
Pál Joensen vann í dag aftur gull í Moskva, í 1500 metra frísvimjing á FINA World Cup stevnuni har. Hetta er næsta gull sum hann vinnur í Moskva í ár, og annað ár á rað at hann vinnur gullheiðursmerkið á 1500 metra teininum. Pál hevur til nú vunnið 2 gull og 2 silvur á World [...]
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Nov 2nd, 2010 |
By rokur
Pál Joensen vann í dag gull í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Moskva. Tíðin hjá honum var 3:45.56, eitt vet frá tíðini tá ið hann í somu grein vann silvur í Berlin, men tó á allan hátt góðtikið, við tað at talan var um taktiska svimjing.
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Nov 2nd, 2010 |
By rokur
Pál Joensen luttók í morgun á World Cup stevnuni í Moskva, í innleiðandi riðlunum í 400 metra frísvimjing. Tað gekk so mikið væl, at hann kom í finaluna við triðbestu tíð. Tíðirnar í innleiðandi vóru ikki so skjótar sum í Berlin og tað sást, at Pál svam eina kontrolleraða kapping, har bara finaluplásið hevði týdning. [...]
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off