Á breddanum

Meistarastevnan fyri Ung 2011

May 16th, 2011 | By rokur
Meistarastevnan fyri Ung 2011

Nú um vikuskiftið varð árliga Meistarastevnan fyri Ung hildin í Klaksvík, sum er føroyameistarastevnan fyri svimjarar yngri enn junioraldur. Aftur í ár vann Suðuroyar Svimjifelag rættiliga greitt flest heiðursmerki, éitt gullmerki meira enn hini feløgini tilsamans, um enn Havnar Svimjifelag hálaði væl inn á tey í mun til í fjør.



Aðalfundur 27. mai kl. 19.00

Apr 27th, 2011 | By hestoy

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið 27. mai 2011 kl. 19.00. Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya



EJM-landsliðið til Íslands at venja ímóti Beograd

Apr 18th, 2011 | By rokur
EJM-landsliðið til Íslands at venja ímóti Beograd

EJM-landsliðið í svimjing fór her um vikuskiftið til Íslands at venja á langgeil, sum fyrireiking til evropeisku meistarastevnuna í Beograd í summar. 4. og 5. juni fara tey at luttaka á Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona, og 25. juni til 1. juli er tað so Oyggjaleikir á Isle of Wight, áðrenn leiðin gongur víðari til [...]



14 svimjarar úttiknir til Oyggjaleikir

Apr 13th, 2011 | By rokur
14 svimjarar úttiknir til Oyggjaleikir

Tá aldurnar løgdu seg í vikuskiftinum til SMS-kapping í Svimjihøllini í Havn, vóru sett 8 føroysk met og 12 juniormet, og 11 svimjarar høvdu svomið seg undir kravtiðina fyri luttøku til Oyggjaleikir á Isle of Wight. Undan kappingina høvdu 6 svimjarar klára kravtíðina, hesir báðar dagarnar komu 5 svimjarar afturat. Harumframt varð avgjørt at taka [...]



Pál í eldin á Danish Open

Apr 2nd, 2011 | By rokur
Pál í eldin á Danish Open

Pál Joensen fer sunnukvøldið 3. apríl at luttaka í 1500 metra frísvimjing á stóru Danish Open stevnuni í Keypmannahavn, sum EM-silvurvinnari í kapping ímóti millum aðrar Mads Glæsner, HM-silvurvinnari í 1500 á stuttgeil frá Dubai í desember.



Enn langt á mál hjá svimjingini

Mar 24th, 2011 | By rokur
Enn langt á mál hjá svimjingini

Estiski professarin Rein Haljand var herfyri í Føroyum og testaði føroyskar landsliðssvimjarar, triðja ár á rað. Saman um tikið høvdu svimjararnir ikki flutt seg so langt sum væntað, ið er heldur órógvandi, men sum hinvegin merkir at har er meira at heinta.



Ófør úrslit á SuSvim stevnu

Mar 21st, 2011 | By rokur
Ófør úrslit á SuSvim stevnu

Tað byrjar av álvara at merkjast at Oyggjaleikir nærkast, nú Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri Bank Nordik stevnu í Vági í vikuskiftinum. 2 svimjarar nýttu høvið at svimja seg undir kravtíð til Oyggjaleikir, umframt at 5 føroysk met vórðu sett, og 4 juniormet.



Hylurin á Isle of Wight er ov stuttur

Feb 21st, 2011 | By rokur
Hylurin á Isle of Wight er ov stuttur

Fyriskipararnir av komandi svimjistevnu á Oyggjaleikum hava í skrivi fráboðað luttakarunum, at oyggjaleikahylurin á Isle of Wight ikki lýkur krøvini hjá altjóða svimjisambandinum FINA. Trupulleikin er at hylurin er nakrar millimetrar ov stuttur, sum merkir at úrslit svomin har ikki kunnu góðtakast sum offisiell úrslit í FINA høpi.



Pál í finalu á HM í Dubai

Dec 15th, 2010 | By rokur
Pál í finalu á HM í Dubai

Nú fríggjadagin og sunnudagin fer Pál Joensen at luttaka á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Dubai, fríggjamorgun við góðum møguleika at sleppa í finalu sama seinnapart, og sunnudagin við føstum plássi í finaluni. Vónirnar til heiðursmerki eru góðar, við tað at Pál hevur fimtbestu tilmeldingartíð í 1500 frí, í finalu har hann hevur vunnið á flestu [...]



Fimm met afturat á NJM 2010

Dec 15th, 2010 | By rokur
Fimm met afturat á NJM 2010

Magnus Jákupsson setti í morgun føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup svam teinin upp á 2:04.82, har metið hjá honum frá føroyameistarastevnuni í vár var 2:04.99. Birita Debes setti eisini juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:20.30 har metið hjá henni frá úttøkustevnuni í Klaksvík [...]