Á breddanum

2 føroysk met og 5 juniormet

Mar 14th, 2010 | By rokur
2 føroysk met og 5 juniormet

Stór svimjistevna var í Klaksvík í gjár, har bæði ung og gomul royndu seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 høvdu meldað seg til kappingina afturat vanligu svimjarunum, soleiðis at aldurin strekti seg líka frá 12 ára aldri, upp til 65 ára aldur. Tilsamans 2 [...]



Super svimjidagur í Sørvági

Jan 10th, 2010 | By rokur
Super svimjidagur í Sørvági

Fýra umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru leygardagin á vitjan í Sørvági, at skipa fyri venjing, kapping og fundi um svimjing saman við góðum fólki har vesturi. Hetta gjørdist ein fínur dagur, har ið børn og vaksin stuttleikaðu sær saman, og har vágafólk prógvaðu, at tey avgjørt eisini eiga evnaríkar svimjarar.



Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam

Jan 6th, 2010 | By rokur
Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam

Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru mánadagin 4. januar til Potsdam í Týskalandi, at venja har í 12 dagar saman við harðastu svimjarum úr Týskalandi, Avstralia, Italia, Spania og Suðurafrika. Talan er um fyrstu “Battle Training Camp” venjingarlegu millum hesi lond, har endamálið er at savna sterkastu langteinasvimjarar úr hvørjum landi, til í felag at [...]



Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met

Nov 7th, 2009 | By rokur
Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met

Á øðrum degnum á FINA World Cup í Moskva lukkaðist tað hjá Pál. Ein framúrskarandi 1500 metur, væl svomin og sigurin var ongantíð í iva. Tá avtornaði vann Pál við tíðini 14:32.64 næstan sjey sekund framman fyri Vitaly Romanovich úr Russlandi, ið gjørdist nummar tvey við tíðini 14:39.51, á triðja plássið var danin Mads Glæsner, [...]



Oyggjaleikakravtíðin 2011, silvur ella betri

Oct 23rd, 2009 | By hestoy
Oyggjaleikakravtíðin 2011, silvur ella betri

Svimjisambandið hevur ásett kravtíðir fram til HM í 2011



Eykaaðalfundur 29. august kl. 12.00

Aug 24th, 2009 | By hestoy

Eykaaðalfundur verður í Svimjisambandinum leygardagin 29. august 2009
kl. 12.00 í ÍSF-húsinum sambært avgerð frá aðalfundinum 23. mai 2009.
Skrá:
- val av orðstýrara
- viðgerð av uppskoti til reglugerð um sponsorviðurskifti
- val av næstformanni
- val av dómsnevnd



Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn

May 31st, 2009 | By hestoy
Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn

Fríggjakvøldið og leygardagin vandi oyggjaleikalandsliðið í Havn. Hetta er fyrstu ferð at hópurin er samlaður síðani úttøkustevnurnar í vár.



Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát í mun til ítróttaliga støðið

May 24th, 2009 | By hestoy
Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát í mun til ítróttaliga støðið

Aðalfundur í Svimjisamband Føroya 23. mai 2009
Leygardagin var aðalfundur í Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum. Føroysku svimjifeløgini hittust, at viðgera farna tíðarskeðið. Í niðurløguni av frágreiðingi segði formaðurin, Jon Hestoy, soleiðis um Oyggjaleikir og kostnaðin: “Tað er ein stórur trupulleiki at kostnaðurin av oyggjaleikum er so høgur. Um Føroyar ynskir at vit skulu luttaka á [...]



Stórsligið FM við framúr úrslitum

May 24th, 2009 | By hestoy
Stórsligið FM við framúr úrslitum

Øll segl vóru sett tá Svimjisambandið um vikuskifiti skipaði fyri 36-indi Føroyameistarastevnuni og 1. Juniormeistarastevnuna. Í einari fullskryddari svimjihøll í Havn kempaðu 83 svimjara úr seks feløgum um heiðursmerki í 42 kappingum. Eftir nýggja bólkabýtinum, ið kom i gildi 1. september farna ár, var eisini svomið um Juniormeistarheiti. Soleiðis at undir innleiðandi um morgunin vóru [...]



Aðalfundur 23. mai kl. 12.00

Apr 17th, 2009 | By hestoy

NBNB Aðalfundurin er fluttur til kl. 12.00!
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum leygardagin 23. mai 2009 kl. 10.00.
Skrá sambært lóg SSF.
Svimjisamband Føroya