Á breddanum
Jul 7th, 2010 |
By rokur
Pál Joensen luttók í vikuskiftinum í árliga Great Swim tiltakinum í London, sum innboðin altjóða svimjistjørna. Hóast at hetta var fyrstu ferð at Pál royndi seg veruligari “open water” svimjing, so varð úrslitið avbera gott, eitt fjórðapláss í kapping við heimsmeistarar og olympiskar heiðursmerkjavinnarar.
Posted in Á breddanum |
Comments Off
Jul 3rd, 2010 |
By rokur
Tær fýra Cecilia Eysturdal, Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen megnaðu her fyri løtu síðani at seta nýggj føroyskt met og juniormet í 4×100 frí, við tíðini 4:19.01 har føroyska metið og juniormetið frá Small States 2010 var 4:20.30. Hetta er avbera gott, tá ið hugsað verður um at [...]
Posted in Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Jul 3rd, 2010 |
By rokur
Magnus Jákupsson vann her fyri løtu síðani 50 metra ryggsvimjing á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum er í Drammen í Noregi nú 3. og 4. juli 2010. Tíðin hjá Magnusi var nýtt føroyskt juniormet, 27.68 har juniormetið hjá Kára J. á Høvdanum frá EJM í Beograd í 2008 var 27.89. Tíðin [...]
Posted in Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Jun 29th, 2010 |
By rokur
Komandi vikuskifti fara 8 føroyskir svimjarar at kappast á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sum verður í Drammen í Noregi. Hetta er kapping millum norðurlendsku svimjitjóðirnar annaðhvørt ár, fyri aldursbólkin beint undir junioraldur. Og útlitini eru góð, nú føroysku svimjararnir sambært tilmeldingartíðunum liggja til at kunna vinna bæði gull, silvur og bronsu.
Posted in Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Jun 17th, 2010 |
By rokur
Pál Joensen megnaði í vikuskiftinum at vinna bronsuheiðursmerki á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Canet en Roussillon. Hetta var í 1500 metrar frísvimjing, í harðari kapping við millum annað heimsmeistaran Oussama Mellouli, og ímóti langteinarum í heimsklassa sum ikki áðrenn høvdu svomið bæði í Monaco og Barcelona.
Pál kappaðist í 400 og [...]
Posted in Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Jun 16th, 2010 |
By rokur
Teir ungu svimjararnir úr Føroyum vístu veruliga tenn á evropeisku meistarastevnuni fyri smáar tjóðir, sum var í Íslandi farna vikuskifti. Í seniorbólkinum vunnu tey 6 gull, 12 silvur og 6 bronsu, og í juniorbólkinum 15 gull, 9 silvur og 6 bronsu. Tilsamans gjørdust tey nummar 2 í liðkappingini, aftanfyri vertirnar Ísland, [...]
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Jun 7th, 2010 |
By rokur
Tað bleiv til eitt fimtapláss í 400 frí og eitt 17. pláss í 200 frí, tá ið Pál Joensen her um vikuskiftið kappaðist á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Monaco. Tíðirnar hjá Páli vóru nakað verri enn tað sum hann hevur svomið fyrr, men hann stóð seg tó so væl betri í [...]
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
Jun 2nd, 2010 |
By rokur
Pál Joensen fer hesa næstu góða vikuna at kappast á Mare Nostrum svimjistevnunum í Monaco, Barcelona og Canet en Roussillon, sum liður í sínum fyrireikingum fram ímóti EM í Budapest í summar. Mare Nostrum stevnurnar eru millum allarstørstu tiltøk í svimjiheiminum hesu megin summarið, við luttøku av toppnøvnum úr til dømis [...]
Posted in Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
May 19th, 2010 |
By rokur
Farna vikuskiftið var aftur stór svimjistevna í Tórshavn, við avbera góðum úrslitum. Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan 2010 var triðju ferð innan fyri eitt ár at Svimjisamband Føroya saman við Kringvarpi Føroya hevur skipað fyri sjónvarpaðari svimjistevnu í fullskrýddari høll, og hvørki svimjarar ella áskoðarar sviku álitið.
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off
May 12th, 2010 |
By rokur
Nú hósmorgunin 13. mai byrjar árliga Føroyameistarastevnan í svimjing, ið er hæddarpunktið í heimliga svimjikalendaranum. Kappast verður í Svimjihøllini í Gundadali, hósdag til leygardag 13. til 15. mai, við avgerandi juniormeistarastevnu um morgunin, og beinleiðis sjónvarpaðum finalum um kvøldið. Føroyameistarastevnan er evstamark fyri úttøku til altjóða svimjistevnur í summar, sum í ár umfata EM í [...]
Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Á breddanum |
Comments Off