All entries by this author

Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát í mun til ítróttaliga støðið

May 24th, 2009 | By hestoy
Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát í mun til ítróttaliga støðið

Aðalfundur í Svimjisamband Føroya 23. mai 2009
Leygardagin var aðalfundur í Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum. Føroysku svimjifeløgini hittust, at viðgera farna tíðarskeðið. Í niðurløguni av frágreiðingi segði formaðurin, Jon Hestoy, soleiðis um Oyggjaleikir og kostnaðin: “Tað er ein stórur trupulleiki at kostnaðurin av oyggjaleikum er so høgur. Um Føroyar ynskir at vit skulu luttaka á [...]



Stórsligið FM við framúr úrslitum

May 24th, 2009 | By hestoy
Stórsligið FM við framúr úrslitum

Øll segl vóru sett tá Svimjisambandið um vikuskifiti skipaði fyri 36-indi Føroyameistarastevnuni og 1. Juniormeistarastevnuna. Í einari fullskryddari svimjihøll í Havn kempaðu 83 svimjara úr seks feløgum um heiðursmerki í 42 kappingum. Eftir nýggja bólkabýtinum, ið kom i gildi 1. september farna ár, var eisini svomið um Juniormeistarheiti. Soleiðis at undir innleiðandi um morgunin vóru [...]



Aðalfundur 23. mai kl. 12.00

Apr 17th, 2009 | By hestoy

NBNB Aðalfundurin er fluttur til kl. 12.00!
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum leygardagin 23. mai 2009 kl. 10.00.
Skrá sambært lóg SSF.
Svimjisamband Føroya



Estiskur professari hjálpir føroyskum svimjarum

Feb 1st, 2009 | By hestoy
Estiskur professari hjálpir føroyskum svimjarum

Mynd, frá vinstru: Dimitrj Mancevic, Peter Mankoc, Rein Haljand, Blaz Medvesek
Svimjisamband Føroya er byrjað eitt samstarv við estiska professarin, Rein Haljand. Rein er professari í meniskjaligum kinetikki, t.e. rørsla. Í nógv ár hevur Rein Haljand kanna og rætta svimjirørslur hjá nógvum heimsstjørnum innan svimjing.
Svimjisambandið hevur sent Pál Joensen til Estland, har hann verður testaður av Rein [...]



Soleiðis svimja tey til RIG

Jan 15th, 2009 | By hestoy

Her er eitt yvirlit yvir allar føroyskar svimjarar, ið eru tilmeldaðir til Reykjavík International Games. Fremsta talið er tað nummar tey liggja í tilmeldinarlistanum. Vert er at leggja til merkis, at nakrir av svimjarunum eru tilmeldaðir uppá stuttbanatíðir, meðan tað tykist sum aðrir eru tilmeldaðir við gjørdum tíðum. So uttan iva fara at verða nógvar [...]



Stór føroysk lúttøka í Reykjavík International

Jan 14th, 2009 | By hestoy
Stór føroysk lúttøka í Reykjavík International

Um vikuskiftið verður stóra svimjikappingin Reykjavík International. Svimjisamband Føroya sendir eitt talentlandslið við 13 svimjarum avstað. Umframt hesi trettan luttaka eisini Suðuroya Svimjifelag og Havnar Svimjifelag. Úr HS eru 9 svimjarar og úr Susvim eru 15 svimjarar, so tilsamans eru 37 føroyskir svimjarar í kapping í Laugardalshøllin fríggjadag, leygardag og sunnudag.
Tríggjar heimsstjørnur til Reykjavíkar
Í ár [...]



Startfelagsskap

Jan 14th, 2009 | By hestoy

Á fundi 7. januar 2009 samtyktið starvsnevndin nýggja reglugerð um startfelagsskap. Í hesum sambandið varð reglugerðin um limaskap og skifti av felagi eisini dagførd.
Sí reglugerðirnar her:
Reglugerð um startfelagsskap
Reglugerð um limaskap og skifti af felag



Bræv frá formanninum

Dec 31st, 2008 | By hestoy
Bræv frá formanninum

Mynd: Álvur Haraldsen, Sosialurin

Gamlaárskvøld 2008
Góðu tit øll
Á ársins seinasta degi vil eg loyva mær at senda tykkum hesa nýggjársheilsu. Dagarnir eru stuttur og ein veit satt at siga ongantíð um tað morgunróði ella skýming, tá hugt verður út. Soleiðis er eisini nú vit skulu siga farvæl til árið 2008 og bjóða 2009 vælkomið. Tað [...]



Talentlandsliðsvenjing í svimjing

Dec 16th, 2008 | By hestoy
Talentlandsliðsvenjing í svimjing

Svimjisambandið skipaði fyri talentlandsliðsvenjing, fyrsta vikuskifti í desember.



Endaði EM við trimum metum

Dec 14th, 2008 | By hestoy
Endaði EM við trimum metum

Í fyrstu kapping sunnumorgunin setti Shaila millum Garðarnar nýtt føroyskt met í 50 frísvimjing. Tíðin hjá Shailu gjørdist 26,49 og nýtt føroyskt met. Shaila gjørdist nr. 53.
EM í svimjing fekk ein virðiligan enda fyri føroyska liðið. Seinasti svimjari í hylinum sunnumorgun var Pál Joensen, ið svam 200 frísvimjing. Tað gjørdi hann so sannlilig til fulnar [...]