All entries by this author

Venjingarlega

Dec 25th, 2007 | By admin

Brian Marshall hevur givið hesum svimjarum boð um landsliðsvenjing í Reykjavík, vikuskifti 4 – 6 januar 2008 Sheila millum Garðarnar, Bjørg Seloy, Pál Joensen, Kári á Høvdanum og Pauli Mohr. Tey fara úr Vágum fríggjadain 4. januar kl 11,00 og koma heimaftur mánadágin 7. januar. Svimjarnir hava fingið beinleiðis bræv við nærri upplýsingum.



Svimjinevnd

Dec 17th, 2007 | By admin

Starvsnevndin hevur nú sett nýggja svimjinevnd. Í henni eru: Maria Danielsen, Øssur Mohr og Poul Poulsen. Samstundis hevur starvsnevndin sett Reidar Simonsen at hava dagliga ábyrgd og skráseting av øllum metum hjá føroyskum svimjarum. Hetta arbeiði verður skipað eftir nærri avtalu við svimjinevndina.



Starvsnevnd

Oct 30th, 2007 | By admin

Á aðalfundinum leygardagin blivu tveir nýggjir nevndarlimir valdir í starvsnevndina. Hesir eru Jórun Eið Jóhannesen og Maud Poulsen. Tær avloysa Helga á Fløtti og Oluffu á Høvdanum, sum ikki ynsktu at halda fram. Vit takka teimum fyri gott arbeiði og ynskja nýggju liminum góða eydnu í arbeiðinum.



Formansfrágreiðing

Oct 30th, 2007 | By admin

Frágreiðing til ársaðalfund í Svimjisamband Føroya, leygardagin 27. Oktober 2007. Enn eitt ár er gingið í føroyskari svimjing, og vit kunnu gleðast um tann framburð, sum framvegis sæst millum svimjarar okkara. Fleiri og fleiri børn og ung eru aktiv í feløgunum, og hetta ger, at vit kunnu vænta okkum javna tilgongd komandi árini. Hetta gleða [...]



6 nýggj føroysk met til Elspu

Oct 6th, 2007 | By admin

Í svimjikapping í Thisted Cup 2007 hevur Elspa Mørkøre sett 6 nýggj føroysk met. Tilsamans yvir 2 fylgjandi vikuskiftir hevur hon sett 9 nýggj føroysk met: 3 vóru sett í Kolding vikuskifti 28.-30. sept. og hetta vikuskifti í Thisted 5.-7. okt, hevur Elspa sett 6. Tilsamans 9, harav tað eina átti Nathalia úr Ægir. Metið [...]



Elspa sett 3 nýggj føroysk met

Oct 4th, 2007 | By admin

Í stórari svimjikapping í Kolding síðsta vikuskifti hevur Elspa Møkøre betrað um síni egnu føroysku met í 50, 100 og 200 rygg við tíðunum: 00.29.43 (50 rygg), 01.03.87 (100 rygg) og 02.16.03 (200 rygg) Úrslitini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Danska Svimjisambandinum hwww.svoem.dk/resultatfiler/2066/resultatliste_lordag_finaler.pdf www.svoem.dk/resultatfiler/2066/resultatliste_sondag_finaler.pdf Jutta Thomsen, ið eisini svimur í stóra svimjifelagnum WestSvim í Esbjerg [...]



2 nýggj í starvsnevndina

Sep 26th, 2007 | By admin
2 nýggj í starvsnevndina

Til komandi aðalfundin hjá SSF standa 2 starvsnevndarlimir fyri vali, samb. § 8 í lógum SSF´s: §8 . Starvsnevndin Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður og skrivari. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt 2 ára skeið. Teir verða valdir 2 annaðhvørt ár og ein annaðhvørt ár. Valdur verður tiltakslimur fyri eitt 1 ára skeið. [...]



Kravtíðir 2007/08

Sep 23rd, 2007 | By admin

Undir “Metlistar og Kravtíðir” síggjast nýggju kravtíðirnar “Unglingalið 2007/08″ og  “Elitulið 2007/08″ hjá “gentum & dreingjum”, ið landsliðsvenjarin Brian hevur sett.



Aðalfundurin

Sep 23rd, 2007 | By admin

Aðalfundurin verður í ÍSF-húsinum kl. 10.00 hin 27. okt. 2007. Dagsskráin er hendan: 1. Val av orðstýrara 2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðing frá virki felagsins í farna ári 3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokniskap 4. Innkomin mál 5. Val av nevndum og eykamonnum 6. Ymiskt Víst verður annars til “Lógir og Svimjireglur”.  (lógir)



Oyggjaleikavinnarar 2007

Aug 17th, 2007 | By admin

“Oyggjaleikavinnaramyndin”   Rhodos 2007 Myndir talar fyri seg ……….