All entries by this author

FM Beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum

May 15th, 2008 | By admin

Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi. Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2. Kappast verður eftir hesi skrá: Fríggjadag 16. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 13:30 og finalur frá kl 18:00 [...]



FM í Svimjing 2008

May 15th, 2008 | By admin

FM í svimjing verður í Tórshavn komandi vikuskiftið. Byrja verður við upphiting fríggjadagin kl 12:00 og fyrstu innleiðandi kappingar verða kl. 13:30. Fyrstu finalurnar verða fríggjakvøldið kl. 18:00. FM heldur fram leygar- og sunnudagin.



Stuðulsavtala

Apr 4th, 2008 | By admin

Svimjisamband Føroya og Intersport hava gjørt tvey ára avtalu um samstarv. Avtalan inniber m.a., at føroyska svimjilandsliðið fram til HM á stuttbana í Dubai, nýtir klæðir av merkinum HUMMEL frá Intersport. Palli Ziskason, formaður gleðist um, at svimjisambandið hevur fingið ein samstarvsfelaga afturat. Frammaundan eru Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways høvuðsstuðlar hjá Svimjisambandinum. Hetta samtarv [...]



HM í Manchester

Mar 24th, 2008 | By admin

Ferðaskrá til HM í Manchester er nú klár. Ferðin byrjar úr Vágun sunnudagin 6. apríl kl 08:15 til Keypmannahavnar við RC 450 og víðari til Manchester við SK 541 kl 17:35. Heimferðin er úr Manchester týsdagin 15. apríl kl. 13:50 og víðari til Føroyar kl 19:00



Kalendarafundur

Mar 21st, 2008 | By admin

Árligi kalendarafundurin verður í ár á Viðareiði vikuskiftið 6 - 7 juni 2008. Nærri upplýsingar verða kunngjørdir seinni. Svimjinevndin og Starvsnevndin



Svimjireglurnar dagførdar

Mar 20th, 2008 | By admin
Svimjireglurnar dagførdar

Svimjinevndin hevur saman við starvsnevndini á fundi 17. mars 2008 samtykt dagførdar svimjireglur. Dagførdu svimjireglurnar liggja her á heimasíðuni, og koma í gildi í dag 20. mars 2008.



Landsliðsvenjarin farin frá

Mar 14th, 2008 | By admin

Brian Marshall hevur boða svimjisambandinum frá at hann av persónligum orðsøkum, ikki kann halda fram sum landsliðsvenjari. Í hesum sambandið er avtalu gjørd við Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnasson um at teir røkja venjarastarvið fyribils. Fyrsta uppgáva teirra verður HM í Manchester. Samstarvið millum Svimjisamband Føroya og Sundsamband Íslands heldur fram sum upprunaliga [...]



Metlistarnir dagførdir

Jan 25th, 2008 | By admin

Metlistarnir eru nú dagførdir. Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri ber til at síggja metlistarnar. http://www.susvim.com/SSF_metlistar/metlistar_yvirlit.htm Um onkur leggur merki til onkran feil, ber til at seta seg í samband við svimjinevndina, ið hevur ábyrgdina av at dagføra metlistarnar. Ein av komandi døgunum verður leinkja gjørd til metlistarnir undir “Metlistar og kravtíðir”.



FM í svimjing 2008

Jan 13th, 2008 | By admin

FM í svimjing 2008 verður í Tórshavn í døgunum 16. – 18. mai 2008. Fyri fyrstu ferð til FM fara kvinnur at kappast í 1500 m frí, og menn í 800 m frí.



Innbjóðing til skeið

Dec 30th, 2007 | By admin

SSF bjóðar venjarum á grundskeið í Merkjaskipanini fríggjadagin 4. jan. 2008 frá kl. 19.00 til 22.00 og leygardagin 5. jan. frá kl. 9.00 til 17.00 í Gøtu skúla (neyðugt er at vera báðar dagarnar). Skeiðið umfatar byrjunarupplæring í svimjing: Hvussu læra vit børn at svimja. Skeiðinstruktørar vera Rúni Gaardbo og Pálin Olsen, instruktørar hjá SSF [...]