Lógin dagførd
Nov 6th, 2008 | By adminLógin fyri Svimjisamband Føroya er nú dagførd her á síðuni.
Aðalfundur í Svimjisamband Føroya 25. oktober 2008
Fundarfrágreiðing
ÍSF-húsið
kl 10.00
Møtt:
SSF: Palli Ziskason, Maud Poulsen, FS: Øssur Mohr, Andrea Eldevig, Heðin Olsen HS: Sigurd Lamhauge, Evald Rasmussen, Flot: Snorri Jensen, Maria Danielsen, Ægir: Símun Akursmørk Susvim: Palli Eystberg, Malan Kjærbo, Jon Hestoy, Skeggjar: Lív Magnussen, Agnas Heinason Reki: John Olsen
Orðstýrari: Katrin Joensen
Skrivari: Ninna R. Ørvarodd
Avboð:
Jórðun Eið burturstødd í [...]
Í døgunum 23. – 26. okt var tann 9. norðurlendska ráðstevnan hildin í Selfossi í Íslandi, evnið var “Elementary Svimming Teaching”. Høvuðstalari var kendi kanadiumaðurin Steve Haufler, sum vísti ein hóp av hjálpiamboðum, m.a. einum stórum spegili, sum kann leggjast niður á botnin, so at svimjarin sær seg sjálvan, meðan hann svimur. Umframt vóru íslendingar, [...]
Starvsnevndind avgjørdi á fundi 30. oktober 2008, at hesar úttøkutreytir eru galdandi til EM í stuttum hyli í Rijeka, 11.-14. desember 2008:
Úttiknir verður teir 4 svimjararnar, ið hava hægst FINA-stig, omanfyri gullnálatíðina (NB! Gullnálatiðin á seinasta nálalistanum hjá SSF). Tíðirnar skulu vera svomnar í tíðarskeiðnum 1. september til og við 30. november 2008.
Ársaðalfundur varð hildin í Svimjisambandinum leygardagin 25. oktober. Á skránni vóru lógarbroytingar, og avgjørdi aðalfundurin, at frameftir verður ársaðalfundurin hildin í mai í staðin fyri oktober, í hesum sambandi er roknskaparárið broytt til kalendaraárið. Talið av starvsnevndarlimum er hækkað frá 3 til 5 Formaðurin seinastu fýra árini, Palli Ziskason, hevði boðað frá at hann ikki [...]
Enn eitt hendingarríkt ár innan føroyska svimjing er runnið. Vit kunnu staðfesta at vit aftur í farna árið hava haft framgongd á fleiri økjum og er tað at fegnast um.
Seinasta vetur vóru Føroyar vertir fyri NJM í Tórshavn. Hetta varð eitt stórt tiltak at skipa fyri og vil eg gjarna vegna starvnevndina takka hjartaliga fyri [...]
Svimjisambandið hevur gjørt avtalu við Vodafone og Tryggingarfelagið Føroyar um samstarv komandi tvey árini.
Avtalurnar koma afturat teimum, sum áður eru gjørdar við Norðoya Sparikassa, Atlantic Airways og Intersport. Hesar fimm avtalur skulu komandi tvey árini, fram til 2010, hjálpa Svimjisambandinum við menningini av føroyskari svimjing.
Starvsnevndin fegnast um at tað er eydnast at fáa hesar avtalur sum tryggjar [...]
Eftir ársfundin í europeiska svimjisambandinum, LEN, sum varð hildin í Zurich í Sveits sunnudagin, eru undirnevndirnar eisini mannaðar fyri komandi 4 árini.
Í nevndina fyri Open Water er Jon Hestoy afturvaldur. Vit ynskja Jon tillukku við afturvalinum og takkað fyri hansara arbeiði innan europeiska svimjing.
Altjóða svimjisambandið, FINA, hevur góðkent Evald Rasmussen sum altjóða dómara frá 1. januar 2009 at rokna.
Starvsnevndin hevur boðið formonnunum í feløgunum til fundar leygardagin, 4. okt kl 09:30, í Fuglafirði
Til viðgerðar eru møguligar lógarbroytingar í SSF.