Antidoping

Svimjisamband Føroya gevur seg fult og heilt undir allar dopingreglur ásettar av Ítróttasambandi Føroya (ÍSF) saman við Anti Doping Danmark (ADD), altjóða svimjisambandinum FINA og altjóða antidopingstovninum WADA.

Hin 1. mars 2018 vísa fylgjandi leinki til reglugerðir ÍSF og FINA

Gevið gætur at FINA hevur herdar ásetingar í mun til tað sum vanliga er galdandi fyri ítróttarfólk, tá ið tað kemur møgulig TUE undantaksloyvi til luttakarar á FINA meistarastevnum sum HM á stuttgeil og langgeil. Her er neyðugt at senda inn TUE til FINA at góðkenna, umvegis SSF.

Um ivamál eru viðvíkjandi antidoping, ber altíð til at seta seg í samband við SSF ella ÍSF.