Kravtíðir til Oyggjaleikir 2019

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2019, sum verða á Gibraltar frá 6. til 12. juli 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Gibraltar. Image courtesy of Steve/Wikimedia Commons, CC BY-SA 2.0

Gevið gætur at fýra stevnur eru útvaldar til at vera kravtíðarstevnur til Oyggjaleikir 2019, á sama hátt sum vit høvdu fýra til Oyggjaleikir 2017. Svimjarar mugu biðja SSF um undantaksloyvi, um tey heldur vilja royna á aðrari stevnu.

Eitt annað nýtt er at bæði kyn nú kunnu royna eftir kravtíð í bæði 800 og 1500 frí, við tað at oyggjaleikanevndin hevur víðkað skránna við hesum. Hetta var eftir áheitan til teknisku svimjinevndina frá okkum í SSF, til at javnseta kynini.

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.