Hóparnir til EJM, NMU og EM 2018

Nú nærkast til ársins altjóða summarstevnur, har tilsamans 16 føroyskir svimjarar fara at royna seg á stevnum í Finnlandi, Lettlandi og Skotlandi. Flogferðir eru bílagdar osfr – her niðanfyri er upplisting av hópunum.

Svimjarar úttiknir á FM á langgeil 2018

EJM 2018

Evropeiska JuniorMeistarastevnan verður í Helsinki í Finnlandi, 4. til 8. juli 2018, sí ejc2018.fi. Ferðaliðið er í Helsinki frá mánadegnum 2. juli til mánadag 9. juli.

Svimjarar

  • Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Johan Nónskarð Dam (2002), HS
  • Rani Jacobsen (2001), SuSvim
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Leiðari og venjarar

  • Anni á Hædd, ferðaleiðari
  • Jóannes H. á Fløtti, venjari
  • H. Rúni Gaardbo, venjari

NMU 2018

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður í Riga í Lettlandi, 14. og 15. juli 2018. Ferðaliðið er í Riga frá hóskvøldinum 12. til mánadag hin 16. juli, har tey sum hava luttikið á EJM fara úr Helsinki til Riga longu mánadagin hin 9. juli.

Svimjarar

  • Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Bartal Debess (2002), SuSvim
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Høgni H. Thomassen (2002), HS
  • Johan Nónskarð Dam (2002), HS
  • Jonna Joensen (2005), Ægir
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Martin V. Sivertsen (2002), Ægir
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir

Leiðari og venjarar

  • Lis G. í Jákupsstovu, ferðaleiðari
  • Jóannes H. á Fløtti, venjari
  • H. Rúni Gaardbo, venjari

EM 2018

EvropaMeistarastevnan á langgeil verður í Glasgow í Skotlandi, 3. til 9. august 2018, sí glasgow2018.com. Ferðaliðið er í Glasgow frá mikudegnum hin 1. august til fríggjadagin hin 10. august.

Svimjarar

  • Alvi Hjelm (1996), HS
  • Óli Mortensen (1996), HS – hevur meldað avboð
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS – hevur meldað avboð

Leiðari og venjari

  • Juan Jaime Arroyo Toledo, venjari
  • Rókur í Jákupsstovu, ferðaleiðari
This entry was posted in Kapping and tagged , , , , . Bookmark the permalink.