Innbjóðing til FM á langgeil 2018

Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vági hin 8. til 10. juni 2018. Hetta verður okkara triðja FM á langeil í røðini, síðani vit í 2015 fingu okkara fyrsta føroyska langhyl, og sum vant eisini síðsti møguleiki at klára kravtíð til altjóða meistarastevnur í summar, sum í ár eru EJM í Helsinki, NMU í Riga og EM í Glasgow.

Innbjóðingin varð send feløgunum hin 17. mai, og skulu tilmeldingarnar sambært henni vera inni í seinasta lagi hin 31. mai.

Eitt yvirlit sæst her yvir fráboðaðar kravtíðir, til nevndu altjóða meistarastevnur í summar. Formella úttøkan verður fyrst aftaná FM á langgeil 2018, men longu nú sær tað rættiliga lovandi út, við evnaríkum kandidatum til allar tríggjar stevnur.

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.