NMU 2018 verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018

Norðurlendsku svimjisambondini samtyktu nú týsdagin hin 31. januar, at Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018, heldur enn sum áður lýst í Hamar í Noregi hin 7. til 8. juli 2018.

Kravtíðarskipanin verður verandi hin sama hjá Svimjisambandi Føroya, nú bara við hesum broytingum í vertsbýi og dagfesting.

Riga, Latvia. Image courtesy of filin127, CC0 1.0

Avgerðin fall á árliga norðurlendska fundinum fyri aðalskrivarar og ítróttarstjórar, sum í ár var í Oslo í Noregi nú 30. og 31. januar 2018, og har eitt av evnunum var hendan íkomna støða, at Noreg mátti biðja NMU 2018 frá sær. Lettland hevur atlimaskap í norðurlendska svimjisambandnium, og varð tí mett sum ein nýtilig loysn, nú tað ikki kundi verða Hamar.

Broytingin í dagfesting var líka nógv vegna ynski frá Finnlandi, nú tey fyriskipa Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í svimjing, í Helsinki hin 4. til 8. juli 2018. Hesar stevnur hava tað við at liggja samstundis, uttan tá ið EM ella EJM verðar fyriskipaðar í Norðanlondum.

Eitt annað áhugavert við hesi stevnu, er at har væl møguligt verða luttakarar eisini úr Niðurlondum og Sveis. Hetta sum ein roynd, tí at tey hava víst stevnuni áhuga, nú tað ikki eru so nógvar aðrar áhugaverdar meistarastevnur til hendan aldursbólkin um sama mundi. Hetta verður í so fall afturat NMU, soleiðis at norðanlondini enn kappast sínamillum um at gerast norðurlendskir meistarar, og hini so eru har mest til at kunna gera sær dælt av góðari kapping.

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.