Kravtíðir til HMS 2018 í Hangzhou, Kina

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HM á stuttgeil 2018, sum verður í Hangzhou í Kina frá 11. til 16. desember 2018. Sjálvar kravtíðirnar eru fyri so vítt tær somu sum tær ið FINA hevur ásett, tó av praktiskum orsøkum við einum kravtíðarskeiði sum er eitt sindur stytri enn tað hjá FINA.

Gevið gætur at tær skulu klárast á serliga FINA góðkendum stevnum. Tekniska nevnd FINA hevur júst svarað okkum, at tey góðkenna okkara tvær stuttgeilameistarastevnur í 2018 sum kravtíðarstevnur til Hangzhou 2018 – Tað vil siga AldursbólkaMeistaraStevnan 2018 í Klaksvík hin 10. til 12. mai 2018, og FM á stuttgeil 2018 í Tórshavn hin 26. til 28. oktober 2018.

Image courtesy of Pixabay, CC0 1.0

Kravtíðirnar síggjast nú eisini her á hesi heimasíðu

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.