Landsliðslega í Klaksvík 17. til 19. november 2017

Svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teimum svimjarum sum eru úttiknir til EM og NM/NJM 2017.

Vit fáa danska úrvalsvenjaran Bo Jacobsen heim at skipa fyri sjálvari venjingini, og hartil verða innsløg við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.

Skráin er í stuttum hendan:

Hósdagin 16. november

  • 19:00 Kunningarfundur fyri foreldrum um mentalvenjing, í ÍSF-húsinum
    – Gevið gætur, at hendan fundin ætla vit eisini at royna at stroyma

Fríggjadagin 17. november

  • 12:00 Frokost til tey sum tá eru komin fram, í skótahúsinum
  • 14:00 Kunningarfundur fyri svimjarum um mentalvenjing, á KÍ-loftinum
  • 16:00 Fyrsta landvenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
  • 17:00 Fyrsta svimjivenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
  • 19:30 Døgverði, í skótahúsinum

Leygardagin 18. november

  • 07:00 Morgunmatur, í skótahúsinum
  • 08:00 Næsta svimjivenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
  • 10:00 Næsta landvenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
  • 12:00 Frokost, í skótahúsinum
  • 13:00 Kunningarfundur fyri leiðarum um mentalvenjing, á KÍ-loftinum
  • 15:00 Triðja svimjivenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
  • 18:00 Døgverði, í skótahúsinum

Sunnudagin 19. november

  • 07:00 Morgunmatur, í skótahúsinum
  • 08:00 Triðja landvenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
  • 09:00 Fjórða svimjivenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
  • 12:00 Frokost og farvæl

Viðkomandi venjarar og leiðarar eru eisini vælkomnir at møta, og búgva tá saman við okkum í skótahúsinum.

Havi soviposar við.

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.