So er tað FM á stuttgeil 2017

Svimjihøllin í Gundadali verður nú um vikuskiftið karmur um árligu FøroyaMeistarastevnuna á stuttgeil, sum samstundis er avgerandi fyri úttøku til NM/NJM og EM á stuttgeil í desember. Kringvarp Føroya sjónvarpar allar tríggjar finalupartar, frá kl 17:00 til 19:00, fríggjadag 3. til sunnudag 5. november 2017.

FM 2015

Tíðarætlan

Tíðarætlanin er hendan:

  • Fríggjamorgun 3. november frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
  • Fríggjadag 3. november frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
  • Leygarmorgun 4. november frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
  • Leygardag 4. november frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
  • Sunnumorgun 5. november frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
  • Sunnudag 5. november frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur

Innbjóðing til Føroyameistarastevnu á stuttgeil 2017

Beinleiðis úrslit og sjónvarp

Kringvarp Føroya sjónvarpar beinleiðis frá øllum finalum, allar tríggjar dagar.

Hartil ber til at at síggja startlistar, úrslitalistar og fylgja við úrslitunum beinleiðis her á Live Timing: http://livetiming.dk/?cid=3599

Startlisti til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017

Fyrsta vetrar-FM

At hetta FM á stuttgeil liggur í november, heldur enn um várið, er tí at svimjisamband og feløg vilja royna eitt svimjiár, sum líkist teimum hjá flestu grannum okkara, har meistarastevnan á stuttgeil er í november, og meistarastevnan á langgeil síðani við endan av skúlaárinum.

Kravtíðarstevna

Ein fyrimunur við at hava FM á stuttgeil í november er, at hendan stevna tá samstundis er náttúrligur endi á kravtíðarskeiðnum til altjóða meistarastevnurnar á stuttgeil, sum hvørt ár eru Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarstevnan, umframt skiftivís EvropaMeistarastevna ella HeimsMeistarastevnan á stuttgeil.

Í ár eru altjóða meistarastevnurnar NM/NJM í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017, og EM á stuttgeil í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember 2017. Kravtíðirnar síggjast her.

Góð undirtøka

Lukkutíð hevur undirtøkan verið sera góð, bæði hjá teimum sum skulu kappast og skipa fyri, og hjá stuðlum okkara annars.

Vit gleða okkum til at síggja spennandi kappingar og skjóta svimjing, á hesi síðstu stevnu áðrenn altjóða avbjóðingarnar í desember !

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.