Startlisti til JM/MU 2017

Svimjisamband Føroya og Ægir skipa nú í vikuskiftinum fyri JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni fyri Ung 2017, sum er føroyska meistarastevnan fyri okkara aldursbólkar frá junioraldri og niður til tey yngstu.

Stevnan verður í Klaksvíkar Svimjihøll, frá fríggjadegi 12. til og við sunnudag 14. mai 2017. Fyrsta útkast av luttakaralistanum sæst her, sum feløgini verða biðin um at eftirkanna væl, við fráboðan til SSF um okkurt mistak er.

Sí eisini innbjóðingina sum varð send feløgunum fyri nøkrum vikum síðani. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se, umframt beinleiðis úrslit tá ið vit koma so langt.

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.