Dagførdir skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya

Svimjisamband Føroya skipaði í vikuskiftinum fyri skeiði fyri skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya, sum er tað sum vit eisini kenna sum ‘Merkjaskipanin’. Hetta var eini endurtøka av tilsvarandi skeiði í 2007, við norska Per Irgens sum undirvísara.

Skeið fyri skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya. Frá vinstru: Rúni Gaardbo, Pálin Olsen, Per Irgens, Jórun Eið Johannesen, Lis Gøthe í Jákupstovu, Johan Petur Poulsen, Rókur í Jákupsstovu

Svimjiskúli Føroya er í stóran mun føroysking av Norges Svømmeskole, sum byrjaði sum samstarv millum Mentamálaráðið og Svimjisamband Føroya afturi í 1996, til at útbúgva svimjilærarar bæði í Fólkaskúlanum og svimjifeløgum.

Skipað varð fyri skeiðum við norskum og donskum undirvísarum, har ein av hornasteinunum var áðurnevnda merkjaskipan hjá norðmonnum, við nálum sum børnini kundu fáa so hvørt sum tey dugdu ymiskar svimjiførleikar.

Innan Svimjisamband Føroya var tað serliga svimjifelagið FLOT sum tók skipanina til sín, við tað at so stórur munur var á svimjiførleikanum hjá javngomlum børnum á Toftum, í mun til hjá teimum sum komu úr skúlum við ongum svimjihyli. Tað riggaði illa at flokka børn eftir aldri, og varð møguleikin tí vælkomin, at kunna flokka eftir hvørja nál sum børnini høvdu svomið seg til.

Tí vóru tað eisini yvirhøvur fólk úr ella nær FLOT, sum bjóðaðu seg fram til at verða skeiðshaldarar, tá ið Svimjisamband Føroya í 2007 skipaði fyri skeiði í Merkjaskipini. Og kanska tí vóru tað eisini serliga hesi somu umframt onnur við tilknýti til FLOT, sum bjóðaðu seg fram til skeiðið nú tíggju ár seinni.

Skeiðið var hildið fyrst við undirvísing á Toftum, fríggjakvøldið, og síðani í Leirvík leygardag og sunnudag. Nakað av tíð varð brúkt við teori í skúlastovu, og restin so við praktiskari venjing í svimjihyli.

Undirvísarin Per Irgens er annar høvundur av bókini “Slik lærer du å svømme“, sum bókin ið brúkt verður til Merkjaskipanina, bæði í Noregi og í Føroyum. Ein sera góð bók til netupp hetta, at læra at læra børn at svimja.

Hóast talan var um eina endurtøku av skeiðnum frá 2007, so merktist væl at serliga Pálin Olsen og Rúni Gaardbo nú hava áralangar royndir við undirvísing av bæði børnum og vaksnum. Og tað var sum so eisini ætlanin, at brúka vikuskiftið til at rótfesta undirvísingarleistin í svimjiskúlanum, umframt at fáa nøkur afturat til at kunna undirvísa í henni.

Eitt kveikjandi vikuskifti, har tankarnir longu mala um komandi skeið, til at kunna bjóða undirvísing í svimjiundirvísing og -venjing.

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.