Lívbjargingardómaraskeið í Vági 17. – 19. februar 2017

Svimjisamband Føroya skipar vikuskiftið 17. til 19. februar 2017 fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har Sørin S. Djurhuus kemur at undirvísa. Hetta er fyrsta skeið av sínum slag sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, eftir at vit í vetur yvirtóku eisini hendan part av okkara lívbjargingarskipan frá dønum.

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið Johannesen eigur myndina

Lívbjargingardómarar eru tey sum kunnu geva lívbjargingarprógv í skipanini hjá Svimjisambandi Føroya. Vanliga verður hetta gjørt við einum lívbjargingarskeiði, har luttakararnir við leiðbeining frá lívbjargingardómaranum skulu prógva at tey duga og orka at bjarga fólkum úr ymiskum vandastøðum í svimjihyli.

Sørin S. Djurhuus er umframt at vera lívbjargari og lívbjargingardómari, eisini einsamallur instruktør-instruktørur í føroysku lívbjargingarskipanini. Hetta merkir, at tað er einans hann sum kann geva okkara lívbjargingardómarum prógv. Tað verður so næsta stig í menningini av lívbjargingarskipanini, at fáa minst ein instruktør-instruktør afturat.

Nú í Vági verður skráin hendan

Fríggjadagin 17. februar

17:00 Vælkomin, persónlig framløga
18:00 Gjøgnumgongd av lívbjargandi fyrstuhjálp
19:00 Náttverði

Leygardagin 18. februar

08:00 Morgunmatur
09:00 Nýtsla av hjartastartara
10:30 Kaffi
11:00 Egnar upplivingar
12:00 Gjøgnumgongd av lívbjargingarroyndini
13:00 Smyrjubreyð
14:30 Tilbúgving í høllini, sjálv royndin gjøgnumgingin
19:00 Døgverði

Sunnudagin 19. februar

09:00 Morgunmatur
10:00 Lívbjargingarskeið fyri starvsfólkum o.ø.
17:30 Smyril fer av Drelnesi

Skeiðið inniheldur

  • Mannagongd í fráboðan og tilrættisleggjan av skaðastaði
  • Svimjiførleiki
  • Bjarga panikkslidnum (sansaleysum) fólki
  • Bjarga lívleysum fólki upp úr vatni
  • Upplívan av lívleysum vaksnum fólki
  • Upplívan av lívleysum barni
  • Nýtsla av hjartastartara
  • Nýtsla av hjálparútgerð, so sum iltkuffer, flótifjøl

Áhugaði verða biðin um at seta seg í samband við Sørin S. Djurhuus á fartlf 730112, men gevi gætur at her er sera avmarkað pláss. Vit seta sum krav at luttakararnir minst eina ferð hava staðið lívbjargingarroyndina, so at tann parturin ikki verður ein forðing.

Kostnaðurin fyri skeiðið er 2500 krónur, sum umfatar undirvísing og mat men ikki logi. At flyta á konto 6460 – 550.970.1 hjá Svimjisambandi Føroya, við kvittan til ssf@ssf.fo, áðrenn skeiðið byrjar.

Um onkur hevur hug at taka lívbjargingarroyndina, so verður tað sunnudagin hin 19. februar, kostnaður 1200 krónur.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Lívbjarging. Bookmark the permalink.