Sára 4:25.85 í 400 frí

Vit eru komin til fjórða dag á HM á stuttgeil 2016, har Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag fyri løtu síðani royndi seg í 400 frí.

Tíðin 4:25.85 er nakað frá hennara føroyska meti á 4:18.31 frá NM/NJM 2015, har tað tyktist sum at hon sum fráleið fekk størri og størri trupulleikar við at fylgja við hinum. 

Men, vit hava tó rímiliga góðar vónir til komandi 200 blandað, nú serliga bringusvimjingin sá út til at sita í 100 blandað í gjár.

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.