Norðurlendsk ráðstevna um svimjiskúlar

Umboð fyri Svimjisamband Føroya eru í hesum døgum á norðurlendskari ráðstevnu um skúlasvimjing, sum Dansk Svømmeunion skipar fyri saman við Syddansk Universitet (FIIBL – Forsknings- og Innovationscenter for Idræt, Bevægelse og Læring).

Tey sum luttaka úr Føroyum eru Jórun Eið Johannesen, Pálin Olsen, Rúni Gaardbo, Djóni Dalsgarð og Rókur í Jákupsstovu, sum eru øll tey sum standa á odda fyri Svimjiskúla Føroya. Danir hava verið so beinasamir at bjóða ókeypis innivist og uppihald í sambandi við ráðstevnuna, og valdu vit so bara øll at fara.

Til nú hevur ráðstevnan verið sera áhugaverd og kveikjandi, har tað mesta av degnum hevur gingið við at londini (Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Ísland og Føroyar) hava lagt fram um okkara meting av støðuni í okkara londum. 

Eftirfylgjandi fara vit at leggja fram um tey átøk sum vit gera, og at leggja ráð um hvussu vit best varðveita og menna svimjiførleikan hjá serliga børnum í Norðurlondum.

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.